Terry: Orsaka Capello

John Terry hevur havt ein minniligt ár ? uppá allar mátar. Hann byrjaði árið sum ?Father of the Year? og liðskipari hjá enska landsliðnum. Tey bæði heitini hevur hann mist, men nú er hann enskur meistari og FA Cup steypavinnari. Men nú er aftur gali. Tá Terry varð spurdur av fjølmiðlinum um liðfelagin, Joe Cole, hevði fyrrverandi enski liðskiparin hug at leggja eftir enska landsliðsvenjarinum, Fabio Capello. Nú hevur hann biði um umbering.

 

- Eg fór á tíðindafundin í gjár við tí fyri eyga, at vera erligur. Eg varð spurdur um Joe Cole og møguliga fór eg ov lang. Men tað var onagntíð meiningin skapa øsing millum venjarin og spælararnar, men um eg gjørdi tað, so vil eg gjarna siga orsaka, sigur John Terry í dag við Dailymail.

 

Enska landsliðið hevur staðið seg illa í HM higartil. Tveir dystir, ímóti USA og Algeria, hava bara givið tvey stig og Ongland er í tí støðu, at teir skulu helst vinna dystin ímóti Slovenia í morgin, um teir skulu víðari.

 

- Eg havi sagt við venjaran, at hann hevur mín fulla stuðul. Eg havi lagt hetta aftur um meg og hyggi nú bara fram til dystin í mogin, sum er ein risa dystur fyri Ongland, sigur John Terry.

-

Dysturin millum Ongland og Slovenia byrjar klokkan 15.00 í morgin. Hin dysturin í bólkinum, millum USA og Algeria, byrjar samstundis.