Ivi er sáddur um framtíðina hjá Carlos Tevez í Manchester United, eftir at hann hevur kravt stóra lønarhækking fyri at halda fram í felagnum. Leigusáttmálin hjá United gongur út í summar, og ætlanin hevur verið at United skal keypa spælaran. Men nú kann lønarkravið gerast ein trupulleiki. Tevez krevur nevniliga eins stóra løn og superstjørnan Cristiano Ronaldo, og tað felagið ikki sinnað at lata honum.