Tevez royndarvenur í United

Miguel Tevez, sum er bróður at kenda fótbóltsspælaranum, Carlos Tevez, hevur seinastu 14 dagarnar verið og royndarvant í enska stórfelagnum, Manchester United, har bróður hansara eisini spælir fótbólt.

Og venjarin hjá Manchester United, Alex Ferguson, er imponeraður. Hann heldur Tevez, sum er offensivur miðvallari, vera ein sera góðan spælara, men av tí at Tevez hevur longst illa heim, hevur Ferguson gjørt av at senda hann aftur til felag sítt Boca Juniors, men Ferguson hevur givið United boð um at halda eyga við Tevez.