Tey borgarligu dragna í Danmark

Hevði fólkatingsval verið í dag, hevði andstøðan vunnið ein greiðan sigur, og Helle Thorning-Schmidt hevði loyst Lars Løkke Rasmussen av sum forsætisráðharra. Tað vísir ein nýggj meiningakanning, sum Megafon hevur gjørt. Eftir henni høvdu andstøðuflokkarnir fingið 54,4 prosent av atkvøðunum, og stjórnarflokkarnir og teirra stuðulsflokkar høvdu fingið 45,6 prosent.

So langt frammanfyri hava teir vinstrasinnaðu flokkarnir ikki verið, síðano teir borgarligu vunnu stjórnarvaldið aftur í 2001.

Hjá Lars Løkke Rasmussen er kanningin ikki serliga hugligur lesnaður. Flokkur hansara, Vinstri, hevði mist næstan tvey prosentstig, um fólkatingval var nú.

-Hetta má vera sera hugtyngjandi lesnaður hjá forsætisráðharranum, sigur politiski viðmerkjarin hjá TV2, Henrik Qvortrup.