Tey eru í størri vanda fyri at fáa demens

Stór kanning vísir, at áhaldandi larmur frá ferðslu, frá skipum, frá børnum í barnagørðum, og aðrastaðni, økir um vansan fyri demensi

Nýggj gransking bendir á, at tað er ein samanhangur ímillum áhaldandi óljóð, og demens.  Alzheimersfelagið sigur, at hetta er úrslitið, sum varð lagt fram á fyrilestri um larm og demens.

 

Tað var Mette Sørensen, professari á deildini fyri Náttúruvísind og Umhvørvi á Universitetinum í Roskilde, sum legði hesi nýggju at granskingarúrslitini fram.

 

Fleiri kanningar hava bent á, at eitt slíkt samband, men ongin er so stór og vælgjørd, sum henda danska kanningin sum varð almannakunngjørd í British Medical Journal nú í heyst.

 

Smáar tvær milliónir fólk, 60 ár ella eldri, og sum búðu í Danmark ímillum 2004 og 2017, vóru við í hesi kanning. Granskararnir funnu so fram til øll tey, sum høvdu fingið diagnosuna demens, bæði Alzheimers demens og onnur sløg av demensi.

 

– Samstundis funnu granskararnir fram til, hvussu leingi tey høvdu búð ymsastaðni og hvussu nógvur larmur var á hesum matriklunum.

 

Úrslitið er, at tey, sum høvdu búð í 10 ár á støðum  við nógvum larmi frá ferðsluni, høvdu oftari demens enn fólk, sum høvdu búð í minni larmi. Kanningin samanbar bæði larm frá bilum og frá jarnbreytum, og úrslitið var tað sama. 

 

Hvørjar orsøkirnar eru til hetta samband, er ilt at siga, men ein orsøk kann vera, at larmur elvir til strongd og tað merkir, at ymisk hormon í likaminum verða slept út í blóðið – tað kann í sjálvum sær ávirka æðralagið, og føra til hækkað blóðtrýst, umframt til æðrakálking. Larmur kann eisini ávirka svøvnlagið, bæði hvussu langur náttarsvøvnurin er, og hvussu væl vit sova.

 

Alzheimersfelagið sigur, at larmur í nakrar fáar dagar, ella nætur, er neyvan vandamikil, men tá ið larmur verður støðugt afturvendandi í áravís - ella sum í hesi kanningini í minst 10 ár - tá gerst hann ein fólkaheilsutrupulleiki.

 

Hendan kanningin er so stór, at tað verður at síggja burtur frá henni. Hon má leggjast afturat teimum kanningum, sum hava ávíst, at larmur á arbeiðsplássum, larmur heima við hús, og ikki minst larmur, tá ið vit skulu sova, er heilsuskaðiligur.

 

Sjálvandi ber tað til hjá teimum, sum arbeiða í einum maskinrúmi at brúka hoyriverju, men tað er sjálvandi ikki loysnin í barnagørðum, skúlum ella heima við hús, har vit skulu hvíla okkum fyri at kunna taka dagsverk á okkum dagin eftir.

 

Felagið sigur, sjálvandi er larmur ikki meginorsøkin til demens, men tað er mest sannlíkt at larmur ger sítt til, at fólk fáa demens- saman við óhepnum lívsvanum og ílegum.

 

– Arveginleikarnar, kunnu vit onki gera við, men larm kunnu vit gera nakað við. Vit kunnu minka um óljóðið á flakavirkjum, í barnagørðum og í vøggustovum, og ikki minst í býlingunum, har stórir skipsmotorar eru í gongd, hóast teir kundu verið sløktir, um skipini fingu sær landstreym, tá ið tey liggja við kai, sigur Alzheimersfelagið.