Danska stjórnin er heppin, at tað vóru akkurát Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg, sum føroyingar valdu á Fólkaging. Tað heldur Hans Engell, politiskur viðmerkjari á TV2. Eitt tað størsta stríðsmálið í donskum politikki í løtuni, er málið um at strika dýrabiðidag sum halgidag og at gera hann til ein vanligan arbeiðsdag.
Grundgevingin hjá donsku stjórnini fyri at avtaka dýrabiðidag er fyri at útvega fígging til hernaðarmál og verjumál. Í hesum sambandi hevur støðan í arktiskt ein stóran týdning og tí meta tey á TV2, at spurningurin um at verja arktisk er eitt mál, sum eisini eigur at hava stóran týdning fyri Føroyar og Grønland. Tí seta tey stóran spurning við, hvørja støðu, føroysku og grønlendsku fólkatingslimirnir fara at taka.
Danska stjórnin hevur 89 fólkatinglimir og tað er ikki nokk til at hava meiriluta. Fyri at hava meiriluta krevjast 90 fólkatingslimir og sostatt fara teir báðir føroysku fólkatingslimirnir, og teir grønlendsku at fáa ein avgerandi leiklut.
Halda teir seg púra uttan fyri atkvøðugreiðsluna, hevur andstøðan bara 86 atkvøður, og sostatt er stjórnin framvegis í meiriluta í hesum máli. Men spurningurin er um tey fara at atkvøða fyri, og sostatt vera avgerandi fyri um danir missa ein frídag – sum føroyingar og grønlendingar ikki missa, tí hóast danir missa dýrabiðidag, verður hann framvegis frídagur, bæði í Grønlandi og í Føroyum.
Hans Engel væntar, at hetta eru spurningar, sum stjórnin fer at avgreiða innanhýsis. Men hann staðfestir samstundis, at danska stjórnin er sera heppin at tað eru akkurát hesi fólkatingslimirnir, sum eru valdir fyri Føroyar og Grønland, tí teir stuðla stjórnini.
Føroyar hava valt Sjúrð Skaale úr Javnaðarflokkinum og Onnu Falkenberg úr Sambandsflokkinum á Fólkating og tey bæði stuðla stjórnini. Sjúrður Skaale er við í fólkatingsbólkinum hjá sosialdemokratunum og hóast Anna Falkenberg er nývald, er hon abbadóttir Edmund Joensen, so fólkatingssessurin er í familjuni. Tað er ein sambandsfamilja burtur av, sum altíð hevur stuðlað danska vinstrafokkinum og tað ger hon eisini.
– Tað sita fýra fólkatingslimir úr Føroyum og úr Grønlandi, sum eru sjáldsama trúgvir stuðlar hjá stjórnini, heldur Hans Engel. Tí væntar hann teir fýra fólkatingslimirnir fara ikki at elva til trupulleikar fyri stjórnina.
Hann heldur, at støðan hevði verið eitt sindur øðrvísi, høvdu Føroyar havt vald eitt umboð fyri Tjóðveldi á Fólkating, tí tjóðveldisfólk kunnu vera eitt sindur óstýrilig, ella »uregerelig«, sum hann tók til.