Ein broyting í mun til tekningina verður, at bygningarnir verða fluttir nakað longur oman móti vegnum, og bilarnir fara niðan um bygningin. Hetta verður gjørt fyri at fáa meira ljós inn í íbúðirnar.

Tey fyrstu flyta inn um eitt ár ella so

Sambært ætlanini hjá Sp/F Skákinum byrjar sjálv byggingin av fyrstu íbúðunum seinni í summar og gongst, sum ætlað, kunnu tey fyrstu flyta inn um eitt ár ella so.

 

Ein broyting í mun til tekningina verður, at bygningarnir verða fluttir nakað longur oman móti vegnum, og bilarnir fara niðan um bygningin. Hetta verður gjørt fyri at fáa meira ljós inn í íbúðirnar.

Seinasta summar bjóðaði Nes kommuna út alment eitt lendi við Regnavegin á Toftum, beint sunnanfyri Svangaskarð. 

 

Økið, sum er einar 8.000 fermetrar, er ætlað til fjølbroytta íbúðarbygging, og nú vildi kommunan hava at vita, um áhugi var fyri økinum.

 

Úrslitið av útboðnum gjørdist, at Sp/f Skákið við Høgna Petersen í Saltnesi og øðrum keyptu lendið til bygging av umleið 70 íbúðum, sum samlaða byggiverkætlanin er. Skákið hevur gjørt sáttmála við entreprenørfyritøkuna RTS um avgrevstur og spreinging. 

 

Og hetta arbeiðið fór í gongd herfyri.

 

Úr íbúðunum, sum skulu byggjast beint við ítróttarøki, frítíðarskúla, barnagarð og nærindis Tofta skúla, verður eitt framúr útsýni yvir í fjørðin, samstundis sum teinurin í bili til Havnar bert verður 15 minuttir.

 

Nú avgrevsturin á økinum er byrjaður, eru teir, sum eiga Sp/F Skákið, eisini í holt við at fáa íbúðirnar neyvteknaðar, og sambært ætlanini byrjar sjálv byggingin av fyrstu íbúðunum einaferð seinni í summar.

Gongst, sum ætlað, kunnu tey fyrstu fólkini flyta inn í nýggja íbúð við Regnavegin um eitt ár ella so.

 

Tað er Høgni Petersen í Saltnesi, sum er stjóri í Sp/F Skákinum. Sjálvur er hann útbúgvin maskinsmiðjur og sigur, at hann hevur nógv gott fólk aftrat sær, og her eru eisini dugnaligir timburmenn.

 

- Íbúðarverkætlanin, sum verður framd í trimum byggistugum, er teknað og tillagað lendinum við Regnavegin, og hesar tekningar hevur kommunan fingið. Samstundis, sum lendisarbeiðið er í gongd, verður verkætlanin neyvteknað.

 

Høgni Petersen vísir á, at samlaða verkætlanin, sum tilsamans kemur at snúgva seg um einar 70 størri og smærri íbúðir, verður framd í trimum pørtum.

 

- Fyrst fara vit í holt við tað, vit rópa norðurøkið, har tríggir bygningar skulu byggjast við umleið 30 íbúðum. Síðan er tað økið aftanfyri vatnbrunnarnar og at enda økið sunnanfyri brunnarnar, har aftur tríggir bygningar skulu byggjast.

Hann vísir á, at teir enn ikki hava læst seg endaliga fastar í, hvussu nógvar íbúðirnar verða tilsamans, tí hetta veldst eitt nú um, hvussu stórar einstøku íbúðirnar verða.

 

- Men, eg vænti, at talan verður um einar 70 ella 72 íbúðir tilsamans, leggur hann aftrat.

 

##med2##

 

Umframt sjálvar bygningarnar, sum skulu hýsa íbúðunum, verður eisini eitt fríøki við terassu og øðrum í hugnaliga umhvørvinum, ið er ætlað teimum, sum koma at búgva her.

 

- Fríøkið er ætlað at liggja aftanfyri vatnbrunnarnar, sum eru tveir í tali. Vit hava roynt at fingið brunnarnar við í verkætlanina á ein snøggan hátt og sum part av umhvørvinum, tí brunnarnir vera sjálvsagt verandi, har teir eru, sigur Høgni Petersen.   

 

Stjórin í Sp/F Skákinum sigur, at málið hjá teimum er at fáa ein av bygningunum í norðurøkinum upp, áðrenn næsti vetur kemur, soleiðis at teir eisini kunnu arbeiða inni.  

 

- Íbúðirnar verða bygdar í ymiskum støddum, og her verða bæði smærri og størri íbúðir – alt frá einum kamari til fýra kømur. Tær minstu verða umleið 47 fermetrar, og tær størstu verða stívliga 100 fermetrar., sigur Høgni Petersen.

 

##med3##

 

 

 

 

 

 

 

Ein broyting í mun til tekningina verður, at bygningarnir verða fluttir nakað longur oman móti vegnum, og bilarnir fara niðan um bygningin. Hetta verður gjørt fyri at fáa meira ljós inn í íbúðirnar.

Høgni Petersen, stjóri í Sp/f Skákinum.

Fríøkið við terassu og øðrum er ætlað at liggja aftanfyri vatnbrunnarnar við Regnavegin.