Sosialurin hevur hitt trý ung, sum seinastu tíðina hava gingið modell fyri klædnahandlar í Havn. Tey trý eru 18 ára gamli Jákup Olsen, 16 ára gamli Thomas Lyngaard Madsen, og 15 ára gamla Annika Olsen. Men hvussu ber tað til, at júst tey eru biðin at ganga modell, og fáa tey nakað burtur úr tí?
Jákup Olsen arbeiðir í Deres, har hann er klædnaassistentur. Fyrstu ferð hann gekk mótaframsýning, var hann bert 12 ára gamal, og gekk fyri Sparta-Sport í Gøtu.
Eg kendi stjóran á Sparta Sport, og ein dagin spurdi hann meg, um eg hevði hug at ganga modell fyri handilin. Síðani havi eg gingið modell av og á, sigur Jákup Olsen.
Fyri kortum gekk hann eisini modell fyri Deres og Skálk. Men tá kom tað mest av tí, at fleiri onnur fingu forfall.
Nógvir nervar
Flestu teirra, ið ganga modell, kenna til tað at hava nervar áðrenn eina framsýning. Og tað er ikki sum at siga tað at sleppa av við nervarnar.
Jákup Olsen sigur, at hann roynir at tvætla eitt sindur, áðrenn hann fer á pallin. Á tann hátt vónar hann, at tað fer at bera til. Men tá hann so er komin á pallin, tá fara nervarnir veruliga at gera um seg. Men tað klárar Jákup við at smílast nógv, finnur taktina í tónleikinum, og leggur dent á hvussu hann skal ganga. Jákup Olsen heldur tað vera eina veruliga uppliving at ganga modell. Nakað tú ongantíð gloymir. Eg fái vanliga einar 500 krónur í gávukorti frá tí handlinum, ið eg gangi modell fyri, sigur Jákup Olsen.
Av tílíkum tiltøkum kemur tú at kenna nógv nýggj andlit, og kemur samstundis eisini betur at kenna teg sjálvan, heldur hann.
Annars ganga dagarnir hjá Jákupi við at arbeiða, koyra bil og vitja gentuna.
Mín áhugi er klæðir, at selja; at hava við viðskiftafólk at gera, og fáa tey at keypa meira, enn tey hava brúk fyri. Men eg spæli eisini fótbólt við HB, sigur Jákup Olsen.
Hann hevur ikki droymt um at gerast yrkis modell, men ætlar at gerast sølumaður av onkrum slag. Han hevur kortini onki ímóti at framvegis at ganga modell av og á.
Thomas gongur
í 10. flokki
16 ára gamli Thomas L. Madsen gongur í 10. a í Kommunuskúlanum. Hann gongur modell fyri Kallkyn hvørja ferð Kallkyn er við í mótaframsýningum.
Eg var 15 ára gamal fyrstu ferð, eg gekk modell. Tað var til jóla í fjør. Systir mín arbeiðir í Kallkyn, og hon spurdi meg, um eg hevði hug at ganga modell. Síðani havi eg gingið modell fyri Kallkyn, sigur Thomas.
Fyri at basa nervunum, roynir Thomas at hugsa um, at eisini onnur skulu ganga modell. Og tá tey kunnu megna tað, so kemur hann ivaleyst eisini frá tí. Tá hann so kemur á pallin, ignorerar hann áskoðararnar, og roynir at hyggja beint fram.
Í dag dámar Thomasi væl at vera modell. Hann heldur tað eisini vera spennandi at royna nýggj klæðir. Eisini hann fær gávukort fyri hvørja ferð hann gongur modell.
Av einum tílíkum tiltaki fái eg størri sjálvsálit, og læri at líta meira á meg sjálvan, sigur Thomas L. Madsen.
Umframt at ganga í skúla og ganga modell, venur Thomas tae-kwondo tvær ferðir um vikuna. Annars er hansara størsti áhugi amerikanskir bilar. Honum dámar eisini sera væl bátar, og er tí limur í RC- felaginum. Tað er felag fyri slík, ið fáast við modellbátar. Hann hevur ongantíð droymt um at gerast modell.
Tá eg verði eldri, ætli eg mær at verað maskinmeistari, sigur Thomas Lyngaard Madsen.
15 ára gamla Annika
Annika Olsen er 15 ár, og gongur í 9. b. í Kommunuskúlanum. Fyrstu ferð hon gekk modell var á páskum.
Eg gekk fyri Deres og Mótaskálan. Tey høvdu brúk fyri modellum, og tað var av reinari tilvild, at eg varð spurd, sigur Annika Olsen.
Enn hevur hon bert gingið modell tvær ferðir, men henni dámar tað sera væl. Áðrenn hon fer út á pallin, roynir eisini hon at tvætla eitt sindir, fyri á tann hátt at fáa nervarnar burtur. Og tá nervarnir eru burtur, heldur hon tað vera bara stuttligt, og ikki sørt spennandi.
Eg læri nógv fólk at kenna, samstundis sum eg læri at føra meg fram sum modell.
Tað er nógv, tú skalt læra, áðrenn tú byrjar. Í flestu førum er ein kona ella onkur annar, ið sigur okkum, hvussu vit skulu ganga. Vit skulu eisini royna klæðini, áðrenn vit fara á pallin.
Gerndisdagar arbeiðir Annika í B36- húsinum. Og hon er B36-ari burturav. Foreldur hennara reka kioskina í B36-húsinum, og tey skipa eisini fyri ymsum veitslum í húsinum.
Umframt skúlagongdina, venir hon fótbólt og flogbólt. Í frítíðini vitjar hon nógv vinfólk.
Mínar interessir eru klæðir, hármótar, fótbóltur og flogbóltur. Eg havi ikki ætlað mær at verða modell. Einaferð í framtíðini kundi eg hugsað mær at verði hárfríðkanarkvinna, sigur hon.
Tey trý, Annika, Jákup og Thomas, mæla øðrum, sum fáa møguleika at ganga modell, at leypa útí.
Tað er ikki minni stuttligt, enn tað er spennandi, siga tey.