Eg haldi nú ikki, tað er grund at vera so stúrin, tí tað er helst tann bólkur í samfelagnum, ið fíggjarliga er frægast fyri.
Tey flestu av teim gomlu sita í útgoldnum húsum og ofta við ikki so lítlum kapitali á bók, ið vanliga bert arvingarnir fáa gleði av!
Jú, summi gomul eru fíggjarliga illa fyri, treyðugt so, men tað er ein annar trupulleiki og skal loysast yvir tað sosiala systemið.
Nei, Jenis, hatta er ein vánalig sak, men populistisk og gevur uttan iva stemmir.
Tit skuldu heldur brúkt tykkara kreftir upp á tað unga og yngra fólkið, sum nýliga hevur sett búgv og kanska tikið búðstaðarlán upp á 1,5 mill. ella meir, tey hava tað tungt fíggjarliga, og tað eiga ikki at vera nógv av teimum, ið hava 4.000 eftir, tá alt er goldið.