Tey gomlu eru bangin

- Sparingarnar á eldraøkinum hava skapt stóran ótryggleika bæði millum starvsfólk og tey gomlu. Nú vit fóru í summarfrí vóru tey gomlu bæði kedd og bangin um, hvat fer at henda við teirra Dagtilhaldi aftaná summarfrítíðina, sigur Mamy Dahl Sørensen, leiðari á Dagtilhaldinum í Klaksvík

Eldraøkið

Um landsstýrismaðurin í almannamálum, Hans Pauli Strøm, ikki megnar at finna vantandi peningin, letur einasta dagtilhaldið fyri tey eldru í Klaksvík aftur um stutta tíð
- Vit hava pengar til at halda fram við vanliga virkseminum eina tíð afturat. Men verður okkara umsókn ikki gingin á møti, verða vit noydd at lata aftur, og allar ætlanir um víðkaða virksemið framyvir fara fyri bakka, sigur Mamy Dahl Sørensen, leiðari á Dagtilhaldinum í Klaksvík

Vánalig planlegging
At so ógvusligar sparingar skuldu raka eldraøkið so knappliga, heldur Mamy Dahl Sørensen vera tekin um vánaliga planlegging. Eftir hennara tykki átti tað frá byrjan altíð at verið sett nóg mikið av peningi av til eitt so týðandi økið, sum eldraøkið.
- Tað líkist stutt sagt ongum at spara uppá hendan mátan á eldraøkinum og er als ikki í tráð við góðan javnaðarpolitikk. Peningur, sum verða brúktir á hesum økinum, er eisini eitt tað størsta sparitiltakið í sær sjálvum, politikaranir kunnu fremja. Eg eri sannførd um, at høvdu tey gomlu ikki eitt stað, sum tilhaldini, sótu nógv av teimum einsamøll heima og forfórust spakuliga og fingu átrokandi tørv á nógv størri hjálp.
Mamy vísir á, at virksemið og sosiala samveran á dagtilhaldinum er við til at økja munandi um lívsvirðið hjá teimum gomlu. Hetta er eyðsæð við til at halda tey so frísk og ferðug, at tey kunnu verða verandi í egnum heimi sum longst. Vit síggja eisini, hvussu alsamt fleiri bygdir útvega líknandi tilboð til tey eldru í nærumhvørvinum - nakað sum bæði er við til at skapa arbeiðspláss og økja um trivnaðin í bygdini sum heild, sigur Mamy.

Mynstrið broytist
Eftir umsóknunum at døma, er tað ongi ivi um, at alsamt fleiri bygdir framyvir ynskja at geva teirra eldru fleiri tilboð. Fyri at sleppa undan slíkum sparingum, sum hesum framyvir, har slíkar ætlanir fáa mønustingin, má betri planlegging á eldraøkinum til, heldur Mamy.
- Landsstýrismaðurin í almannamálum átti, sum eitt tað fyrsta, at gjørt eina neyva kanning av eldraøkinum yvir eitt longri tíðarskeið, so leggjast kann upp fyri tørvinum á pengum. Mynstið á eldraøkinum broytist allatíðina. Fólk gerast bæði eldri og frískari og verða tí uttan iva meir og meir virkin. Slíkt hevur ein annan tørv við sær, sum ikki eigur at koma óvat á okkum, sigur Mamy.
Hóast hendingarnar á eldraøkinum í seinastuni hava verið óhepnar, heldur Mamy ikki, at landsstýrismaðurin hevur víst ringan vilja til at finna eina loysn.
- Vit áttu ongantíð at verið enda í hesi støðuni, men landsstýrismaðurin vísti beinanvegin ein positivan anda við alt fyri eitt at royna at finna vantandi peningin. Vit vita, at ongin politikari hevur heimild til at býta pening út, sum honum lystir. Tí er tað at fegnast um, at tað kortini er eydnast landsstýrismanninum at finna góðar tvær milliónir til hetta øki, so skaðin verður avmarkaður, inn til ein endalig loysn verður funnin, sigur Mamy Dahl Sørensen