Finnur Fríði
Gøtumaðurin, John Jarnskor, verður kokkur umborð á nýggja Finni Fríða. Hann er ein av partaeigarunum í Tróndi í Gøtu, og hevur siglt við skipinum øll árini, síðan skipið kom í okkara fiskiskipaflota. Nú fer hann so umborð á nýggja skipið.
John sigur, at umstøðurnar hjá kokkinum eru sera góðar. Tað er rúmligt og nossligt, og allur útbúnaður er til taks, sum ein kokkur hevur brúk fyri.
- Nýtt umborð á Finni Fríða, sum ikki er umborð á Tróndi í Gøtu, er eitt nú ein sonevndur kombi-dampari, ið er ein sera væl egnaður steikiovnur, sum eisini kann brúkast til epli.
Í fylgi við John umborð á Finni Fríða eftir, at skipið seinasta leygardag varð navngivið, var eisini kona hansara, Anna Maria.
Vit spurdu hana, um hon kanska var eitt sindur øvundsjúk, nú maður hennara hevur fingið bestu umstøður at arbeiða undir í sínum "køki".
Men áðrenn Anna Maria fekk stundir at svara, segði John, at konan hevði einki at grenja um, tí hon hevur sjálv fingið nýggjan køk heima við hús.
Saman við manni sínum, fegnast Anna Maria um góðu umstøðurnar umborð á Finni Fríða.
Hon heldur ikki, at hon hevði viljað býtt um við mannin, soleiðis at tað var hon, sum var umborð - og hann í landi.
Eisini á dekkinum
Einir 10-11 mans verða við nýggja skipinum, og John heldur ikki, at tað er trupult hjá einum einsamøllum kokki umborð at ambata manningini.
Spurdur, um hann hevur stundir at hjálpa til á dekkinum, tá Ið løtur eru, har minni er at gera í kabússini, sigur hann, at honum dámar væl at vera á dekkinum.
- Jú, eg plagi at vera á dekkinum, tá ið høvið býðst og nógv er at gera, sigur hann.
Sum kokkur, bakar John breyð og annan bakstur til manningina.
Vit spurdu eisini Onnu Mariu, um maðurin ger mat, tá ið hann er heima, men tað fingu vit hana ikki at siga.
- Nei, heima við hús eri tað eg, sum syrgi fyri matgerðini.
Útbúgvin kokkur
John er annars útbúgvin kokkur. Hann er sonur Martin Juul Jarnskor, og taldist í sínari tíð millum allar fótbóltsstjørnurnar, sum Martin og konan eiga.
John og Anna Maria, sum búgva í Havn, eiga 3 børn, sum eru millum 12 og 22 ára gomul.