Tey hava fingið teldukoyrikort

Fríggjadagin í seinastu viku fingu teir fyrstu føroyingarnir »teldukoyrikort«. Tey trý fyrstu vóru Randi í Dali, Jón Joensen og Hennibeth Kalsø

Fríggjadagin í seinastu viku fingu teir fyrstu føroyingarnir »teldukoyrikort«. Tey trý fyrstu vóru Randi í Dali, Jón Joensen og Hennibeth Kalsø.

Teldukoyrikort er ein útbúgving, sum Skeiðtænasta Handilsskúlans bjóðar fram.

Hugskotið til hesa útbúgving er finskt, men er við at gerast vanligt kring alt Europa.

Teldukoyrikortið er góðkent av danska kenslumálaráðnum og Føroya Handilsskúli góðkendur sum royndardepil í Føroyum. Tað merkir, at øll skeið og allar royndir í kunningartøkni, lúka tey krøv, sum EU setur.

Endamálið við teldukoyrikortinum er:

?at hækka KT støðið fyri øll

?at økja um arbeiðsevni hjá starvsfólki, ið brúka telduna til at loysa arbeiðsuppgávur

?at økja um virðið av íløgum í kunningartøkni

?at tryggja, at allir brúkarar av teldu fáa góðar arbeiðsvanar og kunnleika um telduhugtøkni


Í løtuni eru umleið 250 fólk í holt við at taka teldukoyrikort á Skeiðtænastu Handilsskúlans