Í løtuni eru firvaldar málið hjá Annleyg Patursson og Jens-Kjel Jensen, sum seinastu tvey árini hava staðfest nøvnini og skrásett 112sløg av firvaldum í Føroyum.
Ikki tí hetta er yrkisstarv teirra - Annleyg arbeiðir í Fa. Trónd Hansen blómuhandlinum við Áarvegin, og Jens-Kjel er fuglaútstappari í Nólsoy. Tað hevur verið felags frítíðarítriv at samla firvaldar og staðfesta, hvat slag teir eru o.s.fr..
Firvaldar sum ítriv
Upprunin til hetta arbeiðið var, at Annleyg Patursson er firvaldasamlari. Tað var mamma hennara eisini, og hon lærdi dóttrina hetta, eins og tær báðar eisini vóru ógvuliga áhugaðar í blómum, skordjórum og annars øllum tí, sum rørdi seg í náttúruni.
Hvussu kom firvalda- samstarvið í lag?
Tað kom av, at eg setti meg í samband við Jens-Kjel, av tí at eg hevði brúk fyri amboði at spenna firvaldar, sigur Annleyg. Tá byrjaði Jens-Kjel at tosa um at broyta firvaldanøvinini, men av tí at so fá fólk hava hetta ítriv, helt eg fyri, at um hetta skuldi gerast, so vildi eg vera við í hesum arbeiði.
Higartil hava vit bert havt bókina hjá Leif Dahl, sála, at halda okkum til. Hann var lækni á Eiði, men skrivaði í 1954 bók um firvaldar, har hann bert nýtti látínsku nøvnini.
Av tí at henda bókin er so gomul, vísti tað seg at látínsku nøvini á firvaldum vóru broytt. Síðani fingu vit fatur í eina enska bók um firvaldar, og tá vísti tað seg, at bert fá nøvn vóru røtt í dag.
Nú hava tey bæði gjørt ein lista yvir føroysku nøvnini á firvaldum, og viðmerkt rætta látínska navnið. Við hesum lista ber nú til beinleiðis á leita í útlendskum bókum eftir tilfari um firvaldar, sum eru funnir í Føroyum.
Stórt leitingararbeiði
Stórt leitingararbeiðið er farið fram, fyri at gera henda listan. Tey bæði Annleyg og Jens-Kjel hava sett seg í samband við firvaldasamlarar og søvn í Bretlandi, Noreg, Svøríki, Íslandi og í Danmark, fyri at vita, hvussu firvaldarnir eita á látíni í dag.
Nú kunnu vit hyggja í bókina hjá Leif Dahl, finna ein firvald, hyggja í nýggja listan og finna føroyska og látínska navnið, og við upplýsingum leita í enska bók um firvaldar, siga Annleyg og Jens-Kjel hava fingið hjálp frá Jóan H. W Poulsen, sum hevur ráðgivið teimum, um orðingar og nøvn í firvaldalistanum.
Listin um firvaldar í Føroyum er nú liðugur, og áhugaði kunnu fáa hann við at venda særtil Annleyg Patursson á telf. 316252 ella Jens-Kjal Jensen á telf. 327064 í Nólsoy.
Áhugaði kunnu gera viðmerkingar
Tey bæði vilja fegin tosa við fólk, sum vita okkurt um firvaldar. Tey vita ikki, um onnur fólk í Føroyum fáast við hetta ítrivið, og kanska eru áhugaði í at gera viðmerkigar til firvaldalistan, ella hava hug at leggja okkurt aftrat tí arbeiði, sum nú er gjørt.
Tá Leif Dahl á sinni skrivaði firvaldabókina, vóru bert umleið 56 firvaldar skrásettir og navngivnir í Føroyum.
Um orsøkina til, at tað nú eru nógv fleiri sløg av firvaldum her, siga tey bæði, at Náttúrugripasavnið hevur sett fellur upp og samlað inn firvaldar kring landið.
Firvaldalistin er fyribils at fáa hjá Annleyg og Jens-Kjel, men ætlanin er seinni at geva tilfarið út í bók. Bert vilja tey bæði fegin tosa við áhugaði, um okkurt er at leggja aftrat tí arbeiði, sum nú er gjørt.