Tey hava veitt lív til listarbrandin

Listin ofta havt trupul kor í einum samfelag, har bardagin fyri bókstaviligu búkfylluni fór við at kalla allari tíðini. Tey sum hóast tað hava veitt lív til listarbrandin í Fuglafirði eiga stóra tøkk uppiborna, skrivar Petur Martin Petersen millum annað í hesum hugleiðingunum

Góðu áhoyrarar!

Eftir at hava lisið frálíka lýsingina hjá Frits í 30-ára minnisskránni, har hann tengir at og ímyndar sær listina í bygdini við skapanina, soleiðis sum hon verður søgd at vera í sjálvari Halgubók, kann eg ikki rættiliga lata vera við at vísa enn meira eyðmýkt fyri teimum, sum í bygd okkara hava sýnt dirvi og hegni til - ein stóran part av hesi øldini - at bróta brutur úr nýggjum og tora at leggja fram tað, hendur megnaðu at skapa av sovorðnum, sum hugur teirra fleyt yvir við, til fólk at meta um, hóast ongin vinningur mangan kundi vera í vænti uttan onkur glósan um heldur at gera okkurt til nyttu. Tí hugburðurin hjá vanabundna manninum var nú einaferð hann, at alt virksemi, sum ikki gav mat á borðið, var misnýtsla av gávum Skaparans.

Hví skuldu vit uppfinna seiðatræið einaferð afturat, tá ið tað longu í øldir hevði hingið undir takskegginum. Hví broyta tað algongda, tá ið tað framman undan tænti sínum endamáli til lítar. Nei, gøtan hjá einum einstaka var nú einaferð lættast at ganga, tá ið ein fylgdi í fótafetum teirra, sum gingu hana undan úr vøggu í grøv í takklæti til hansara, sum við hugflogi sínum á skapanardegnum valdi at gera alt av nýggjum.


Nevniliga

Burtur úr frumevnunum at tilevna ein heim, sum skuldi vera so fullkomin, at friður og eydnusemi valdaðu millum allar tær verur, sum skuldu búleikast har. Øll kenna vit frá skriftini, hvat ið síðani hendi, tá ið kvinnan kom upp í leikin og legði eftir veikasta punktinum hjá manninum

- matarlystinum -

og tey vóru rikin út úr aldingarðinum, har bardagin um búkfyllu bæði so ella so gjørdist tað týdningarmesta. Ja, munnu ikki flestu ósemjur millum menniskju í dag vera tengdur at hesum um búkfylluna. Heilar tjóðir eru farnar í kríggj um hetta, so langt søgan veit um at siga.

Tí kann tað tykjast eitt sindur løgið, tá ið menn í heilum undir jørð í nýggjari tíð komu frá á fleiri túsund ára gamlar tekningar, ja, við hvørt heilar málningar av dýrum menniskjum, sum vóru avmyndaði í ymsum høpum úr teirra dagliga gerandisdegi. Og við eitt eru vit greið yvir, at um allan heim, har tíðartonnin ikki hevur gnagað ov harðliga, koma vit fram á tekin um, at vit saman við bardaganum um dagligu mettuna í skiftum og við hvørt í heilum ongantíð heilt hava gloymt tráðanina eftir tí gudborna, - og fóru at tráa eftir hesum:

Burtur úr frumevnunum at skapa ein nýggjan heim, sum kanska ikki í stórleika og fjølbroytni var líka glæsiligur, sum hann, vit vóru rikin út úr, men sum í smálutum sínum væl kundi toga okkum burtur úr einum mangan gráum gerandisdegi upp í tær hæddir, har listarmaðurin hevði síni beitir og onkuntíð setti okkum eina himnagrind á glopp.


Ja, kæru áhoyrarar!

- Tit, sum enn lurta og ikki longu hava trokað tykkum inn gjøgnum portrið til ta himnagrindina, sum listarfólk okkara í hesum døgum ikki bert hava liatið upp á glopp, men hava sett vípopna fyri at bjóða okkum deyðiligu inn í dýrd teirra, har gleðin um at finna upp á seiðatræið av nýggjum lýsir okkum á møti úr hvørjum króki í bygd okkara. Og ikki er tað hissini, sum er komið upp á træið av fongi, sum listarfólk okkara hava drigið á miðum og grunnum teirra, har bert tey fáu kenna ítini.

Frá listarligum avrikum hjá mannaættini í ártúsindir ymsastaðni kring heimin, sum fornfrøðingar hava funnið og avdúkað fyri okkum, kunnu vit leita heim á klettar okkara, sum síggja so kargir út í frástøðu hjá summum, sum bert hyggja við búkfylluhugsan, men sum er ein so ríkur heimur hjá øðrum, ið duga at geva kørgu náttúru okkara og umhvørvi gætur upp á ein sovorðnan máta, at tey úr teimum duga at taka til sín tað føðslu, sum bert finst á teimum beitum og feitilendum, sum listarfólkini hava leitað sær niðan til upp gjøgnum brattar stíggjar og ørandi upsir.


Hvat hava fyrstu listarfólk okkara hugsað?

- tá ið tey tóku pensil í hond og smoykin funnu sær ein loynikrók, har tey í duldum kundu dyrka síni sinnisligu frábrigdi.


Sjálvur átti eg ein morbróðir, sum var øðrvísi enn flestu onnur í heimbygd síni. Hann hevði - uttan at kunna siga hví - hesa tráanina í sær, sum við hvørt kann gera lívið trupult bæði hjá einum sjálvum og hjá umhvørvinum. Hann dugdi ikki at ganga tær gomlu gøturnar, men valdi at leggja sær gøtur av nýggjum.

Røttu menninir í heimbygdini hildu ikki nógv um hann, tí at hann ongantíð fann seg til rættis í strævna arbeiðinum í bøi og haga ella á báti. Nei, drongurin sat heima og las bøkur og sat enntá eftir í skúlanum, tí at hann í lesibókina teknaði myndir av lærara sínum, sum líktust so væl, at tað var átaluvert. At hann hevði sett asnaoyru á læraran, tí at hann helt hann hoyra og gáa ov væl eftir teim frábrigdum, sum ikki áttu at vera í skúlastovuni, hjálpti heldur ikki til at minka um revsingina. At drongurin longu her vísti listarligt hegni og tulkingarevnir av tí, hann upplivdi, dugdi umhvørvið tá ikki at skilja.

Heima gekk faðirin og kendi seg at hava óeydnu við einasta soni í seinnu giftu síni. Tí í fyrru giftuni átti hann ikki minni enn tríggjar synir, sum allir náddu at sýna, at teir vóru rættir menn. Allir blivu teir raskir fiskimenn, sum dugdu og megnaðu alt hetta, sum til skuldi fyri at kunna breyðføða seg og síni.


Vanahugsan

hevur allar tíðir verið týdningarmikil fyri at kunna varðveita eitt støðugt samfelag, sum skuldi bera til í einum umhvørvi, ið ikki oyðslaði við gávumildni. Men vanahugsan hevur eisini mangan verið ein kleppur hjá teimum, sum hava viljað okkurt nýtt. Tí hevur listin ofta haft trupul kor í einum samfelagi, har bardagin fyri tí bókstaviligu búkfylluni fór við at kalla allari tíðini. Har spæl og dagdvølja bert loyvdist í smáum blunkum.


Hesin ungi drongur valdi loksins at taka stóra stigið

Í 1935 - 17 ára gamal - valdi hann at stinga í pjøkan og leita út í stóru verð eftir svarunum upp á mongu ósvaraðu spurningar sínum.


Mong ár seinni

- eftir bæði tap og sigrar í útlegd síni - kom hann á Kunstakademiið í Keypmannahavn, har hann legði endaliga støðið til listarmannatilveru sína.

Tá ið hann í 1946 kom aftur, valdi hann at støðga heima í eitt ár.


Pápin,

sum hevði verið so ivasamur um sonin, var errin og glaður, ikki tí at sonurin hevði nomið sær hægstu listarligu útbúgving. Nei, nú var hann errin um, at sonurin hevði kllárað at hildið seg á lívi øll hesi ár, ið útlegdin hevði vart. Tað vóru kanska álíkavæl knotur í honum.

Hetta árið, var hesin ungi maður mangan í Fuglafirði og vitjaði í barnaheimi mínum, har hann málaði hús bæði uttan og innan. Inn í millum kundi hann eisini mála onkran málning.

Hann málaði eisini fyri Ansgar, sum stóð fyri málingahandlinum hjá Pidda.

Hann bleiv væl við fleiri av teimum, hann málaði saman við og hevði altíð fragd av at hitta teir, tá ið hann seinni meira tíðum vitjaði aftur.

Summir av hesum monnum eru millum teirra, sum vit í dag kunnu telja ímillum okkara veteranar innan myndlist.

Símun Olivur mundi nokk vera tann kendasti; men Kristian hjá Benadikt fekst eisini við, hóast fotografering nokk lá fremst hjá honum.

Sjálvt frá Ansgari, sum í listarligum høpi nokk mest var kendur fyri skeltimáling sína, komu av og á vakrir fuglamálningar á glasplátum.

Og sat ikki Polli hjá Øra eisini og teknaði bæði skipa- og náttúrumyndir, sum lýstu av skapanargleði og stilla sinnalagi hansara?

Jú, mangt var at minnast aftur á, tá ið leirvíksmálarin, Jóannis Kristiansen, vitjaði aftur á blóðið. Nógvar vóru søgurnar um hesar hugnaløtur, hesir menn høvdu havt saman meðan teir sníktu seg burtur frá nyttugu málingini til hitt slagið av máling, sum bert skuldi vera til dagdvølju.

Einaferð minnist eg, at onkur vildi gleða Jóannis, við at fortelja honum, at hann hevði sæð ein av málningum hansara frá hesi fyrstu tíðini eftir akademiið. Jú, í einum kjallara hevði hann borið eyga við eitt av málaðu landsløgum hansara, har tey høvdu brúkt tað til eina síðu í einum høsnabúri.

Tá var Jóannis skjótur at svara: »So vóni eg sanniliga, at hønurnar verpa væl«, og legði hann afturat: »og so skal ongin koma og siga, at listin ikki ger nyttu«.

Um hvørja áskoðan samfelagið sum heild hevði á listina, plagdi Jóannis skemtandi at fortelja um við hesi søguni um ein lítlan óvita, ið hann helt spegla vakstramannahugsanina so beinrakið, sum bara børn kunnu gera: »Eg stóð ein dagin niðri á Nesinum og málaði. Tá stendur knappliga ein lítil smádrongur undir liðini á mær. Eg hyggi niður á hann, og hann hyggur upp á meg og sigur: - Eg síggi teg oftani standa og mála.

- Gerst tú ongantíð nakað?

Eg mátti spyrja hann, hvussu hann meinti.

- Jú! sigur hann - eg meini um tú ikki rørt út ella arbeiðir á flakavirkinum.

»Eg mátti hugsa meg um eina løtu«, segði Jóannis, »og so mátti eg fyri hesum lítla drongi viðganga, at eg ongantíð gjørdi nakað«.

Og meðan drongurin kátur fór rennandi frá mær gjøgnum fjøruna, vendi hann sær á og rópti aftur um seg: - So eru vit báðir líka!«


Við tíðini,

so hvørt sum bardagin fyri dagligu búkfylluni ikki meira fór av stað við allari orkuni, vóru tað tó mong, sum valdu at geva hesum ans, sum av og á hjálpti okkum upp úr einum strævnum gerandisdegi til gævustundir, har búkfylla í vanligum høpi ikki stóð fremst; men heldur hendan føðsla, sum sinn okkara ikki kann vera fyriuttan, um vit nakrantíð skulu kunna hóma hesi margfaldu og marglittu beitir, sum flóta við mjólk og hunangi, sum ikki bara eru mjólk og hunangur, men eisini nakað meira, ið vit ikki altíð duga at útgreina og skilja.


Leirvíksmálarin

bleiv eisini so við og við ikki bara viðurkendur av sínum egna bygdafólki, nei, hann bleiv viðurkendur víða um heim, soleiðis at vit í dag vita um, at málningar hansara finnast í øllum veraldarpørtum.

At hann ongantíð heilt slepti tankanum um útróðrarmannin, valdi hann - stutt áðrenn hann doyði í 1988 at fortelja við einum málningi, har hann málar bátin hjá pápa sínum á veg aftur av Norðhavinum fyri fullum seglum.

Hóast hann vanliga ikki legði aðra vekt á motivini í málningum sínum enn hvat, ið kompositiónini kravdi, so nevndi hann við hendan málningin, tá ið hann fortaldi mær um hann í telefonini úr Keypmannahavn:

»Eg havi nú mála tær bátin hjá pápa á veg aftur av útróðri«.

»Ongin er at síggja í bátinum, tí pápði er farin, og eg fari skjótt; men vónandi fer báturin at sigla leingi enn«.

Og so legði hann afturat við veikari rødd:

»Kanska gjørdist eg eisini eitt slag av útróðramanni«.

Eg havi fortalt hesar søgur frá Leirvíksmálaranum, ið eg av givnum orsøkum kom at kenna serliga væl, fyri at geva nøkur livandi dømir um tann nyttu-hugburð, sum náttúrliga mátti valda millum okkum vanligu deyðiligu, sum ikki altíð duga at síggja listarlívsins glæmu handan gráu skadduna í gerandisdegnum.

Óivað kundi eg fortalt sama slag av søgum um mong av fyrstu listarfólkunum í býi okkara, hvussu tey máttu krógva seru vanar sínar eitt sindur brutur fyri mongum av teimum, ið annars blivu rópt fyri skilafólk.

Síðan Símin Olivur, Kristian hjá Benadikt, Polli hjá Øra, Hans Jacob á Brúnni, yngri, og aðrir við teimum løgdu út á listarmannadýpið sum nakrir av teim fyrstu í bygd okkara, eru nógv listarfólk komin afturat. Kanska hevur tað tó kenst lættari hjá mongum av teimum seinnu, tí at umhvørvið betri hevur skilt tey. Tey eru komin upp í eini tíð, sum hóast alt ikki hevur verið líka svanglig til mat á borðið, sum fyrsta tíðin má hava kenst teimum, ið settu skjøtil á.

Tey eru komn til tann sjeynda skapanardagin, tá ið Harrin hugdi út yvir skaparverk sítt og segði:

- at nú var alt sára gott.

Um eg einaferð fari at skriva endurminningar, fari eg líka so trygt sum at brúka árstøl at kunna siga, at eg livdi í teimum døgum, tá ið Heðin, Frits og Øssur settu ælabogan upp á himmalin yvir býi okkara, meðan Hans Jacob á Brúnni og Niels á Høvdanum slóu harpu og sungu einglaljóð.

Framsýningarnar á hesi Varmakeldustevnuni vísa okkum øllum, at tey, ið hava veitt lív til listarbrandin í bygd okkara eins og aðrar staðir í landinum bert hava okkara stóru tøkk uppiborna, nú Fuglafjarðar Listarfelag heldur sína tredivintu framsýning í ikki minni enn fýra støðum í bygd okkara við ikki minni enn 32 listarfólkum, har Evadøturnar eru 17 og Ádamssynirnir eru 15 í tali. Soleiðis valdar eisini fullkomin friður, semja og javnstøða millum kynini á hesi hátíðarframsýning, sum í fjølbroytni og dygd spennir víða, frá leitandi strokum til fullkomnar kompositiónir, har litir og ljós tónast saman til fullborin listarverk. Allar staðir merkir tú skapanargleði.

Tann hugsan er mær ikki fjar í hesi løtu, at skjóta upp, um vit ikki áttu at arbeitt fram ímóti at fingið eitt slag av listasavni og gallaríið, har vit alt árið kundu sýnt fram listarverk.

Tillukku við tríatiáradegnum!

Tøkk fyri at tit lýddu á!


Petur Martin Petersen