- Tey hildu okkum vera svøk at flyta út í oyðimørk

Heilsølan P/F Poul Hansen hevur í ár 70 ár á baki, og 20 ár eru liðin, síðan flutt varð niðan á Háls

Tað var í 1927, at Poul Hansen byrjaði sjálvur sum heilsølumaður.

Í fyrstuni arbeiddi hann einsamallur heima við hús og hevði agentur fyri enskt tubbak og kolonialvørur. Seinni komu aðrir uppií virkið, sum eisini seldi fisk og ullvørur, og í 1929 flutti heilslan oman á Bryggjubakka.

Poul Hansen var pápi Hans Hansen, sum í 50 ár hevur verið í fyritøkuni. Hann var stjóri fram til 1993, tá sonurin Høgni tók yvir, og Hans bleiv nevndarformaður.

Eitt eyðkenni fyri heilsøluna P/F Poul Hansen er, at har blíva fólk verandi. Fleiri hava verið har í yvir 30 ár, fýra í yvir 40 ár. Ein teirra er Sigmund í Hoyvík, sum hevur starvast sum fulltrúi á heilsøluni í 41 ár.

Hans fekk fast starv á heilsøluni í 1947, eftir at hann hevði verið í Eglandi í tvey ár og fingið sær útbúgving. Hann skuldi verið farin burtur fyrr, men 2. heimsbardagi forðaði honum, so krígsárini var hann eisini í fyritøkuni hjá pápanum.


Landshandilin tók alt

- Ikki var lætt at hava heilsølu undir krígnum, tí Landshandilin kom og fekk einkarsølu av mjøli, sukri, kafi, te og øðrum vørum. Vit hutalðu okkum ígjøgnum tey árini, greiðir Hans frá.

Endamálið við hesum tiltaki var at tryggja forsýning.

- Tíbetur var skipanin, sum avmarkaði okkara virksemi, avtikin fyrst í fimtiárunum, sigur Hans.

Tá skipanin var tikin av, varð álagt privatu heilsølunum at liggja inni við ávísari vørunøgd, og uppgevast skuldi, hvat var á goymslu.

Felagið átti skip, leigaði skip og hevði skip saman við øðrum og gjørdi tey út.

Tey skipini bjargaðu mongum manni í teimum fátøku fimtiárunum.


Smá kor

- Tað var so smátt nógvastaðni tá, at eg minnist menn koma inn og biðja um at fáa 20 krónur í forskoti, sigur Sigmund.

Umborð á skipunum livdu menninir heldur ikki so flott, sum teir gera nú.

- Eg minnist, einaferðina, at pápi Hans øtaðist, tá hann sá lagkøkubotnar standa á einum proviantlista, sigur Sigmund.

Ein vøru, sum nógv varð selt av, var argentisnskt saltkjøt í tunnum. Nógv av hesum fór umborð á skipini. Hetta oksakjøtið, sum ikki fæst longur, var óføra gott, minnast Hans og Sigmund.

Í fimtiárunum umboðaði Poul Hansen eisini týskar trolarar og útvegaði teimum manning úr Føroyum.

Tað var ein gloypibiti hjá nógvum, tí tað var so lítið at gera í Føroyum, so ikki stóð á at fáa fólk. Fleiri av týskarunum umborð vóru fyrrverandi yvirmenn úr herinum. Føroyingarnir fóru við sum flekjarar, og arbeiðið segðist vera fittligt, við tað at skipini fiskaðu lítið, og teir fingu fasta løn.

Proviant keyptu hesi skip ongan í Føroyum, og kosturin umborð var sera vánaligur.

Poul Hansen hevði eisini skipaavgreiðslu. Higar komu nógvir fiskadamparar, serliga spanskir, eftir saltfiski. Poul Hansen var spanskur konsul í Føroyum, og Hans tók eftir.


Skuldu minnast til alt

Og so vóru tað útróðrarbátarnir at gera út, tá teir skuldu til Grønlands. Poul Hansen útgjørdi o.u. helvtina av bátunum. Har mátti einki mangla, tí teir kundi ikki keypa nakað aftrat, tá teir vóru i Ravnsoynni ella aðrastaðni. Teir skuldu hava bæði stoppinálir, undirklæðir, gummistyvlar, hvørvisteinar, húkar, mat og alt annað.

Ordrarnir vórðu gjøgnumgingnir fleiri ferðir fyri at vera vísir í, at alt var komið við. Menninir blivu við at koma eftir onkrum, til báturin loysti.

Sum frá leið slepti fyritøkan sær av við skipini, so í dag er tað bara heilsøla.


Nógv ymist

Fyritøkan hevur gjøgnum árini fingist við nógv ymist virksemi. Hon var fyritøka í landinum at fáa sær edv-tól, kallað holkort tá. Tað var í 1963. Í 1965 stovnaðu teir P/F Data. Í 80-árunum varð Samkeyp stovnað saman við fleiri handlum.

Heilsølan keypti fyrr nógvar skipstroyggjur, sum vórðu útfluttar til Englands og til Danmarkar. Eina ferð fór ein stór sending eisini til Russlands. Onkutíð vóru ordrarnar alt ov stóri til, at heilsølan kundi útvega so nógvar troyggjur. Tey fyrsi árini var Heðin Brú vrakari, og so tók Poul Arne Joensen yvir, og hansara uppgáva var m.a. at ansa eftir, at hálsarnir ikki vóru so strammir. Fleiri konur hildu lítið um, at hann skuldi siga teimum, hvussu troyggjurnar skuldu vera, og tær vildu ikki lurta, sigur Sigmund.

Heilsølan há Poul Hanen var tann fyrsta at flyta inn íslendskt seyðakjøt.

Í 70-unum gekk alt bara uppeftir, og í 1977 bygdi heilsølan og flutti niðan á Háls, har fyritøkan kundi hava alt sítt virksemi undir sama taki. Tað var eitt ódnartak fíggjarliga.


Uttan fyri lóg og rætt

- Fólk hildu okkum eisini vera púra svøk at flyta út í oyðimørk, sum tað tá næstan var her uppi á Hálsi. Vit vóru fyrsta fyritøkan, sum flutti niðan higar, og her var tá einki annars einki annað enn ein grísastallur. Vegur var eingin serligur. Her skuldi vera so veðurringt, søgdu tey. Keypmenninir grenjaðu, tí nú noyddust teir at fáa sær bil fyri at kunna koma inn á gólvið, og teir søgdu seg vera vísar í, at vit fóru at missa nógvan handil. Men aðrar fyritøkur eltu okkum, so her nú er ein stórur býur.


Lívligt í 80-árunum

Í 80-árunum hevði heilsølan lívligan handil. Nýggir handlar skutu upp sum hundalond um alt landið. Men tað vóru ikki altíð sunnar fyritøkur aftan fyri partafeløgini við bara 10.000 krónum í partapeningini, og heilsølan misti nógvan pening.


Lært nakað

Og so kom kreppan. Tað merktist beinanvegin, men mat skulu øll hava, hvussu víkti og vendi, og heilsølan kom tí væl ígjøgnum rakárini.

Nú er alt við at vera aftur sum tað var. Men eitt gott halda teir vera komið burturúr kreppuni, um enn hon sveið: Fólk gjalda betur nú.