Johannes hjá Gynnu
Johannes (1900-1987) var elst av børnunum hjá íslendsku Gynnu og Hans hjá Gustu.
Abbin og foreldur hansara, fluttu úr Kirkjubø, áðrenn Johannes var føddur. Pápin Hans doyði longu í 1910, og sum elstur av systkjunum mátti Johannes tíðliga átaka sær part av forsyrgjaraskylduni, hóast mamman var røsk til hendurnar. Vanligt var, at dreingir í Havn vóru konfirmeraður um várið, og tí fingu kjans við skipi beinanvegin. Johannes var konfirmeraður um heystið, men var so heppin alt fyri eitt at koma á skipsdekk.
Hann fór til skips við Marshall á fyrsta sinni, skipari var Palli á Lava, og við hesum skipi sigldi hann frá 1914-1917. Johannes greiðir frá í samrøðu við Dimmalætting:
Vit komu seint heim av Suðurlandinum í 1917, sama ár sum føroysk skip vórðu niðurskotin á Føroya Banka.
Vit skuldu fara á bankan men vegna veður endaðu vit á Nólsoyar banka. Har var nakað av fiski. So ein dagin sóu vit ein motorbát koma um okkara leiðir. Hetta undraði okkum ikki sørt. Tá ið báturin kom uppá praj var hetta Rosa hjá Karli á Lag við Johannes í Funningsstovu sum formanni. Av pátrúgv hevði hann húgvuna rangvørgari á høvdinum. Hann bað okkum fara til lands beinanvegin, tí týskurin hevði lýst føroyaøkið sum vandaøki.
Eg fór seinni í farmasigling við Forældres Minde hjá Valdemar Lützen. Skipari var Andreas á Høvdanum á Strondum. Hann var av bestu sjómonnum at sigla saman við. Vit komu tvær ferðir til Keypmannahavnar. Vegna kríggið gekk leiðin fram við norsku strondina. Seinna túrin var vindurin ikki til vildar, og vit krússaðu aftur og fram í 14 dagar.
Tá ið vit náddu Hornbæk, bað Andrias meg koma við sær við bátinum til lands at ringja til umboðsmannin Ove Lützen, beiggja Valdemar, at vit vóru komin so langt. Ove var ovfarin. Hann helt okkum vera burturgingnar, tí hann hevði fingið navnabrettið á skipinum! Hetta høvdu vit so mist uttan at hava varnast tað, og onkur hevur funnið tað.
Eg giftist í 1921 og fekk kjans hjá DFDS í Havn, sum kom at vara frá 1922-1973. Har skuldi eg fyrst og fremst taka mær av lossijaktini, og seinni starvaðist eg sum tiltaksmotorpassari hjá øðrum. Aftaná 1926 starvaðist eg sum motorpassari við motorbátinum Ebbe við millum annað at sleipa jaktir.
Í 1931 varð eg av amtmanninum góðtikin sum fiskavrakari. Í 1935 vísti eitt norskt felag áhuga fyri at fáa stórhvalatvøst til silvurrevafarmar úr Føroyum. Eg skuldi syrgja fyri at útvega ís, arbeiðsmegi og flyting umborð á Lyru til Noregs hvønn 14. dag.
Eg fór eisini at frysta sild til agn. Í 1936 fanst eingin handil, sum tók ímóti fiski. Útróðrarmenn seldu tá beinleiðis á brúnni. Sluppu teir ikki av við allan fiskin, tók eg ímóti tí, sum restaði í at fáa selt. Eg hevði gamalt salt, sum eg lat reinsa, flakti avlopsfiskin, saltaði hann í neystinum og seldi hann til England. Fyri hvønn pakka av smáfiski fingu vit í býti 50 kg av mjøli. Hetta var góður handil.
Eg gjørdi um hesa tíðina sáttmála við Tvøroyri um at viðgera 5.800 tunnur av sild úr Norður-Íslandi. Hetta gav 92 arbeiðsmonnum arbeiði.
Johannes var giftur við Helenu Poulinu Sofíu Debes (1902-1959) av Oyri.
Tey áttu børnini Hansa, Oluffa, Mary, Poul, Gunnleif og Ernu
Jón undangongumaður við bilkoyring
Jón Hansen hjá Gynnu (1901-1974) byrjaði 20 ára gamal flutning við fólki við hestavogni.
Hann byrjaði í 1930 vinnuliga bilkoyring, ta fyrstu tíðina við persónbili, einum Chevrolet. Seinni fekk hann sær lastbilar og bleiv ein av teimum stóru lastbileigarunum í Havnini.
Jón var eisini í nógv ár knýttur at Tórshavnar Sløkkiliði sum tiltaksbrandmaður. Hann spældi eisini í HB sum ungur. Jón giftist í 1931 við Signhild Jespersen úr Hvalba. Tey áttu børnini Hans, Joen Paula, Margit og Trónd.
Gugga
Yngsta barnið hjá Gynnu og Hans var Gudrun Margretha f. 1904, vanliga kallað Gugga.
Tey búðu á Hoyvíksvegnum, stutt frá Krókabrekkuni. Aftaná skúlan fór Gugga at arbeiða á Meiarínum.
Hon var á ungum árum trúlovað við Jógvan Kalsoy av Eiði, sum var ein ungur maður við nógvum evnum. Jógvan var fiskimaður og fór at læra til skipara. Hann fekk 63 av 63 møguligum stigum. Hann hevði eisini onnur evni og gekk til Bakar Hansen at læra »at spæla uppá.«
Tað var meðan Jógvan gekk uppá skúla, at hann hittu Guggu. Tey høvdu tikið ring uppá og høvdu ætlanir um at giftast.
Men eydnan vardi ikki leingi. Í 1923 fór Jógvan undir Ísland við Ingrid. Í nógvari aldu ein dagin slitnaði mesanvantið. Mesanmasturin brotnaði og rakti Jógvan so meint, at hann doyði. Jógvan gjørdist bert 23 ára gamal, og hann varð grivin í Vestmannaoyggjunum, har hansara grøv framvegis sæst.
Hetta var sjálvsagt ein smeitur fyri Guggu. Men í 1926 fer hon til Keypmannahavnar at ganga á Dansk Kunstflidskole. Hon kemur heim aftur í 1927 og byrjar at lesa til sjúkrasystir, men ger seg ikki lidna.
Hon giftist í 1931 við Heina Joensen, bónda í Bø, sum var 20 ár eldri enn hon. Hann var beiggi Emil Joensen, tann kenda prestin í Keypmannahavn, og Hjalmar Hátún, ein kendan lærara.
Tey fingu børnini Marjun, Jón, Helgi og Elinborg.
Gugga doyði bert 54 ára gomul tann 5. februar 1959.
Hetta er eisini ein søga um trúfesti. Í hvussu er fram til fyri nøkrum árum síðani var framvegis tætt samband millum ættirnar hjá Jógvani og Guggu. Jógvan átti eina systir, Ingibjørg, sum gjørdist 99 ára gomul. Hon hevði samband við ættina hjá Guggu alla sína tíð. Børnini hjá Guggu plagdu at vera norðuri á Eiði og ferðast sum børn. Eftir at Gugga var deyð hildu hennara børn sambandið viðlíka.
Til er enn eisini tær trúlovingargávur, tey góvu hvørjum øðrum. Vesturi í Bø er framvegis tann Bíblian, sum Jógvan gav Guggu við innskriftini: »Til Guggu frá tínum Jógvan.« Her verður eisini víst til 1. Joh 5,13, sum sigur: »Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit sum trúgva á navn Guds sonar.«
Norðuri á Eiði er eitt vakurt pennasett, sum Gugga gav Jógvani.
Í komandi parti um tvær vikur greitt greitt frá Jens og Trónd hjá Gustu umframt Jacob Marius hjá Johannes