Tey ið aftan á komu

Aftan á nógv ár við ætlanum um at geva út bók við eftirkomarunum hjá Nólsoyar Pálli, kundi Nólsoyar Pálls Grunnurin mikukvøldið leggja úrslitið fram fyri almenningin

Fitt av fólki var savnað á samkomu í Norðurlandahúsinum mikukvøldið í sambandi við útgávuna, »Ættarsambandið við Nólsoyar Páll«, ið er bók við upplýsingum um eftirkomararnar hjá hesum nógv umrødda manni í Føroya søgu. Nólsoyar Pálls Grunnurin gav út og skipaði eisini fyri hesum tiltakinum.


Anna Sofía fekk herðaklapp og blómur

Eftir at Páll Patursson í Kirkjubø hevði boðið øllum vælkomnum, handaði Petur Nolsøe vegna grunnin Onnu Sofíu í Vági blómutyssi. Anna Sofía hevur verið aðalkraftin í innsavningararbeiðinum, og hon fekk rós fyri sítt arbeiði .


Hava hildið seg til veruleikan

Zakarias Wang, ið eisini hjálpti til við verkinum, helt síðani røðu og greiddi frá, at tey, sum hava skrivað bókina, hava hildið seg til veruleikan og ikki fortalt um avrikini hjá hesum framúrskarandi føroyingi, sum hann málbar seg.


Hvør skuldi sleppa við

Eisini segði Zakarias, at tey ofta noyddust at taka støðu til, hvør átti innivist í ættini hjá Poul Poulsen, sum maðurin av fyrstani tíð varð nevndur.

T.d. hevði verið havt á lofti, um børn, ið ikki vóru ættað frá Nólsoyar Pálli, men sum áttu systkin, ið vóru tað, skuldu sleppa upp í part. Eisini mátti avgerast, um fólk, ið bæði áttu røtur í kall- og kvennlegg skuldu koma fyri tvær ferðir í bókini, og um dagfestingar av ymsum slagi, eitt nú føðingardagar, vóru viðkomandi í bókini, og um slíkar upplýsingar ikki gjørdu hana ov rúgvusmikla.


Ommurnar munadyggari enn abbarnir

Tí misjavnt var hvussu væl hevði gingið við at fáa upplýsingarnar til hølvdar. T.d. fortaldi Zakarias, at meðan abbarnir høvdu verið heldur trekir við at minnast ymiskt, hevði ligið betur fyri hjá ommunum at veitt innsavnarunum upplýsingar um nøvn, hjúnarstøður og yrki.

Men mikukvøldið var so komið á mál og høvi var eisini at fáa bøkurnar signeraðar av Onnu Sofíu í Vági.


Steinbjørn hugleiddi

Aftan á at Zakarias Wang hevði greitt frá arbeiðsgongdini og teimum ymsu spurningunum, ið høvdu stungið seg upp á leiðini, var orðið og mikrofonin latin Steinbjørni B. Jacobsen, sum uttan handrit hugleiddi um Nólsoyar Páll.

Umframt at vera skald og lærari, var Steinbjørn í sjeytiárunum eisini háskúlastjóri og vildi hann vera við, at einki lið var farið út haðani, uttan at hava hoyrt um Nólsoyar Páll. Sjálvur hevur røðarin eisini skrivað barnabókina »Lítli Páll í Nólsoy«, sum kom út í 1990, hóast hann hevði havt ætlanir um hetta verk í fleiri ár. Men tá samfelagskreppan tók seg upp, helt hann at tað var í tøkum tíma, at hann skrivaði um Nólsoyar Páll.


Vánalig útlit

Steinbjørn B. Jacobsen umrøddi annars Páll, ið varð føddur í 1766, sum bónda, sjómann og handverkara. Í 1777, tá Páll var 11 ára gamal, kom lóg í gildi, ofta nevnd trælalógin, ið bannaði fólki at giftast, áttu tey ikki hálva mørk ella á annan hátt prógvaðu, at tey vóru før fyri at forsyrgja einum húski. Sostatt vóru útlitini vánalig hjá bygdadreinginum úr Nólsoy í 18. øld, og var hann tí næstan »dømdur« at gerast húskallur, men Steinbjørn undraðist á hvussu væl, tað hevði hilnast hjá honum.


Okkara Jeppi

Annars las Steinbjørn ymiskt, ið skrivað var um Nólsoyar Páll, eitt nú brot hjá K. O. Viderø. Eisini umrøddi hann Nólsoyar Páll sum skald og kallaði hann ein »genialan yrkjara«. Steinbjørn helt hann teljast millum okkara mætastu listafólk og kallaði Jákup á Møn okkara Jeppa á Fjallinum.


Skilti samtíðarrákini

Nólsoyar Páll livdi í tí sonevndu upplýsingartíðini, tá eitt av aðalstevnumiðunum var at upplýsa fólkið og læra tað at brúka sítt vit og skil. Hesi rák í samtíðini skilti Nólsoyar Páll, segði Steinbjørn, og helt tað vera óneyðugt at fara kjakast um hann eitt nú hevði luttikið í tí fronsku kollveltingini í 1789.

Steinbjørni dámdi annars ikki at sáddur var so nógvur ivi um Nólsoyar Páll; eitt nú helt hann fyri, at um so var at, Jákup í Nólsoy, bróðir Pálls, hevði yrkt Fuglakvæðið, ja, so var hann í øllum førum ein genialur yrkjari.


Óttaðist ikki ættarreyp

Røðarin stúrdi annars ikki fyri, at eftirkomararnir nú fóru at nýta ættarsambandið sum bringuprýði. Slíka siðvenju hava vit ongantíð havt í Føroyum, segði Steinbjørn og sipaði annars til danir og onglendingar, ið høvdu lyndi til at tosa hart um blátt blóð.


Gátufør lagna

Lagnan hjá Nólsoyar Pálli hevur verið ein gáta, síðani hann seinast varð sæddur í 1808. Steinbjørn fortaldi um fleiri, sum ikki ivaðust í , at hesin sermerkti føroyingurin bleiv niðurskotin á veg til Føroya. Teirra millum sum ivaðust var bróðir Pálls.

Eftir at Steinbjørn B. Jacobsen hevði hugleitt og havt orðið, sang Havnarkórið við Kára Bæk sum leiðara.


Nólsoyar Páll live í Norðurlandahúsinum

Síðani var sjálvt tiltakið liðugt, men tá hevði onkur hildið fyri, at einki hevði verið meira sjálvsagt enn at enda við Nólsoyar Pálli sjálvum og kvæða- og táttaskaldskapi hansara. Hesum tóku fólk undir við, og farið varð síðani upp á gólv.