Tey kallaðu Tórsvøllfyri útreiðsluneutralan

Hví so ikki bara kalla allan landskassan fyri útreiðsluneutralan, so høvdu allir føroyingar fingið eitt heilt skatta- og avgjaldsfrítt ár, tað hevði verið vorðið sum skattalætti fyri allar føroyingar!

Hvat merkir so orðið útreiðsluneutralt. Jú, sambært landsstýrismanni sjálvstýrisfloksins og Helenu Dam á Neystabø, framsøgukonu sjálvstýrisfloksins umframt Finnboga Ísakson, framsøgumanni Tjóðveldisfloksins, merkir tað 0 kr. Hesi sjónarmið vórðu førd fram í ramasta álvara tá fíggjarlógaruppskotið fyri 1998 var til 1. viðgerð í farnu viku. Sambært orðabókina merkir orðið neutral - uttanveltaður, lutleysur, hvørkisligur, - men hóast hetta skal landskassin kortini gjalda 8 mió. kr. til Tórsvøll í studningi í reinum pengum.

Hetta er bara byrjanin, tí sambært uppskotið landsstýrisins, er her »bara« talan um 1. byggistig, sum kostar 26,5 mió. kr., og skotið verður upp, at landskassin letur 30% í studningi. Vit fáa einki at vita um, hvussu nógv 2., 3. og møguliga øll hini byggistigini kosta, og tey sum eru áhugaði fyri at kanna hesi viðurskiftir nærri, kunnu blaða uppá síðu 115 undir konto 4.24.6.11 í fíggjarlógaruppskotinum fyri 1998.


Skemt ella veruleiki

Hetta ljóðar næstan sum tá hønan verpur gullegg, so nú er bara at smíða, meðan jarnið er heitt. Landskassin hevur brúk fyri at gera íløgur fyri einar 2 milliardir krónur tey næstu árini, og nú er laga manni, at avseta pening til:


Ferjur 200.000.000,00

Undirsjóar-

tunnlar 500.000.000,00

Nýggjan

flogvøl 1.000.000.000,00

Nýtt vaktar-

skip 100.000.000,00

Aðrar

íløgur 200.000.000,00


Í alt 2.000.000.000,00


og so kalla íløgurnar sambært omanfyrinevndu fyri útreiðsluneutralar íløgur, so kemur landskassin sambært tey at gjalda 0 kr. Um hetta er skemt ella veruleiki, fæst ikki at vita, fyrr enn fíggjarnevndin er liðug við sítt arbeiði.


Taka tey uppá orðið

Hví so ikki taka tey uppá orðið, og kalla allan raksturin á fíggjarlógini fyri íløgur, tí so koma vit sambært teimum at gjalda 0 krónur til landskassan í 1998, so høvdu allir føroyingar sambært teirra útrokningum fingið eitt heilt skatta- og avgjaldsfrítt ár. Tað hevði verið vorðið sum skattalætti.


Fíggjarnevndin

góð kort

Formaðurin í fíggjarnevndini Suni Jacobsen og hansara menn í fíggjarnevndini hava góð kor, og eingin kann koma og kalla fíggjarnevndina fyri eitt sjálvtøkuborð aftaná hasar grundgevingarnar frá Sjálvstýrisflokkinum.


Svangaskarð

Men kortini loyvi eg mær at minna fíggjarnevndina á, at Føroya Løgting áður hevur játtað studning til grasvøllin á Svangaskarði, og tað førir við sær ábyrgdarskyldu yvir fyri tí íløguni, tí meira enn tí eina grasvøllinum verður neyvan brúk fyri, og verður einki gjørt kemur gravsøllurin á Svangaskarði at standa sum eitt gapandi tómt hol, sum onga framtíð hevur fyri sæt aftaná at Tórsvøllur er bygdur, og tí ber ikki til at skilja hesar báðar íløgurnar at, hvørki tá talan er um framtíðar íløgur ella rakstur.


Lasse Klein