Tey knúsa tabu og fordómar

Endamálið er at niðurbróta tabu, at fáa fólk at koma fram við síni sjúku og at stuðla børnum, sum er hart rakt, tá foreldur gerast sálarsjúk, sigur Oddbjørg Johansen, sjúkrarøktarfrøðingur, ið fyriskipar eina kunningarherferð um sálarsjúkur

? Vit, sum arbeiða á psykiatriska økinum, síggja, at tað í almenninginum er alt ov lítil vitan um psykiatri. Tað er sera harmiligt, tí hagtøl vísa, at fjórði hvør av okkum fyrr ella seinni hevur tørv á psykiatriskari hjálp.
Soleiðis sigur Oddbjørg Johansen, forkvinna í FPS, ið er felagið fyri føroyskar psykiatriskar sjúkrarøktarfrøðingar. Felagið skipar fyri kunningarherferðini, sum seinni í ár fer at rulla kring landið.
Tabu er størsti trupulleikin hjá sálarsjúkum. Við tabu fylgja fordómar, og við fordómum fylgir skommin. Hetta ger umstøðurnar hjá sálarsjúkum nógv verri, enn tær annars kundu verið. Tað er ein sannroynd, at nógv sálarsjúk detta burturímillum, tí vit hava so ilt við at tosa um sjúkuna.
? Vegna vantandi vitan og fórdómar um psykiatri eru nógv fólk, sum fjala sínar sálarligu trupulleikar, tí nógv skomm er knýtt at hesum sjúkum. Eg kann nevna, at millum 20 og 30 prosent av teimum, sum fáa depressjónir, ongantíð koma í viðgerð. Við skjótari viðgerð kundi tíðarskeiðið, depressjónin varar, verið stytt munandi, sigur Oddbjørg Johansen.
Endamálið við kunningarherferðini er at knúsa tabu. Kunningarbussurin fer til støð, har ungfólk halda til. Koyrt verður til miðnámsskúlarnar í Føroyum og ávísar útvaldar framhaldsskúlar, og endamálið er at raka tey ungu. At fáa tey opnari og at lata upp.
Tað er serliga í teimum ungu árunum, at sálarsjúkan vísir seg, og nógv børn og ung hava eisini stórar trupulleikar av, at foreldur teirra eru sjúk.
? Børnini eru altíð taparar. Foreldur, sum gerast sjúk, fáa viðgerð, men børnini standa eftir við stórum trupulleikum, sum ongin tekur sær av. Hesi børnini plágast av skomm, skuldarkenslu og ikki minst einsemi, tí tað verður tagt burtur, sigur Oddbjørg Johansen, sum kundi hugsað sær eitt fast tilboð til børn.
Tað vísir seg eisini, at skúlarnir ikki hava nakran hátt at takkla, at ein næmingur gerst sjúkur. Tá næmingurin kemur aftur í skúla er oftast bert tøgn. Vistu næmingarnir betur, hevði tað verið lættari at komið aftur til gerandislívið hjá tí, sum er vorðin sjúkur.
? Eitt stig á leiðini er upplýsing um sálarsjúkur, og vit trúgva, at upplýsingarherferðin kann vera við til at bróta fordómar, so hesi børn og ungu, vit venda okkum til, fáa eina størri fatan av sálarsjúkum og eisini tora at koma fram við sínum trupulleikum, um tey sjálv vera rakt, sigur Oddbjørg Johansen.