- Tey kunnu ringja til læknavaktina

Teir báðir stovnarnir, sum hava við sálarsjúk í Føroyum at gera, vísa sálarsjúkum til kommunulæknan ella læknavaktina, um tey koma í eina bráðfeingis støðu

Í 2002 varð mælt til at skipa eitt toymi, sum í høvuðsheitum veitti ambulant tilboð til fólk við sálarligum avbjóðingum. Tá varð spurningurin um eina akutt telefontænastu á Psykiatriska deplinum umrøddur, men nú 17 ár seinni er enn eingin slík telefontænasta sett í verk.

Les eisini: Sálarsjúk hava ongan at ringja til

Vit hava spurt depilsleiðsluna á psykiatisku deild, hvussu sálarsjúk skulu gera, um tey til dømis fáa eitt óttaherðindi ella ein depressivan niðurtúr og sjálvmorðstankar.

- Allir borgarar í Føroyum hava somu rættindi. Tey kunnu venda sær til sín kommunulækna ella læknavaktina á 1870, um teimum tørvar bráðfeingis hjálp vegna sjúku; hetta bæði í sambandi við sálarliga og likamliga sjúku, sigur Beinta Danielsen, leiðandi læknaskrivari á Psykiatiska deplinum.

Sama svar fingu vit frá Almannaverkinum.

Beinta Danielsen sigur, at egin lækni ella vaktlækni handlar uppá støðuna, um fólk við bráðfeingis sálarligum trupulleikum ringja inn.

- Teir borgarar, sum hava samband við Psykiatriska depilin, hava oftast eina avtalu við sín viðgera um, hvussu farast skal fram, sigur hon.

Kommunulæknarnir hava telefontíðir, og Læknavaktin svarar frá klokkan 16.00-08.00.

Ógreitt hvar telefonhjálpin kann vera

Hermann Mortensen, depilsstjóri í Almannaverkinum, vísir á, at tað er ógreitt, hvør stovnur hevði kunnað varðað av einari telefontænastu til sálarsjúk, um hon skuldi blivið til veruleika.

- Tað hevur verið frammi í almenna rúminum, at ein slík tænasta kundi verið partur av einari sálarligari skaðastovu, men slíka hava vit ikki í Føroyum. Tað er heldur ikki greitt, um ein slík tænasta skuldi ligið í Almannaverkinum ella á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, sigur Hermann Mortensen.

1870 skal svara

Fleiri fakfólk og áhugafeløg hava áður víst á týdningin av at seta eina serliga sálarliga skaðastovu á stovn. Men hetta liggur ikki í kortunum, sambært Heildarætlanini fyri sálarliga heilsu í Føroyum frá 2018, sum ein arbeiðsbólkur gjørdi. Har stendur:

- Sjálvmorðshótt og onnur skulu altíð kunna ringja og fáa hjálp. Arbeiðsbólkurin heldur tó, at hetta skal vera sama bráðmóttøka, sum tey, ið hava likamligar sjúkur venda sær til. Arbeiðsbólkurin mælir til, at Læknavaktin 1870 eisini skal taka sær av teimum, sum brádliga gerast álvarsliga illa fyri sálarliga. Til tess krevst, at starvsfólk við neyðugum førleikum at handfara sálarligar bráðstøður og at veita telefonráðgeving, verða knýtt at Læknavaktini.

Góð hjálp at heinta í Danmark

Í Danmark eru fleiri ymisk telefonnummur, sum sálarsjúk kann ringja til, alt eftir hvørjari støðu mann er í. Har er eitt nú sjálvmorðshjálpin, Livslinien, sum svarar telefonini hvønn dag á árinum millum klokkan 11 og 04.

Síðst í mai mánað í ár stóð ein grein at lesa í avísini, Politiken, har sjey fakfólk mæltu til at gera eina akuttlinju til sálarliga sjúku við telefonnummarinum 115. Hugskotið er, at akuttlinjan skal virka á sama hátt sum 112 og 114.

Hetta kom nettupp í kvalarvørrinum av, at ov fá fólk vita, hvar tey skulu ringja, tá tey sjálvi - ella onkur avvarðandi - fær eina bráðfeingis sálarliga sjúku. Uppskotið fekk bæði góðar og ivandi afturmeldingar frá donskum politikarum og áhugabólkum.

Tað kann vera ov seint at bíða

Sinnisbati, sum er áhugafelagsskapurin hjá teimum, ið hava sálarsjúku, meinar, at tað er neyðugt er við eini bráðfeingislinju til sálarsjúk. Tað kemur fram í valskránni hjá Sinnibata til løgtingsvalið 2019.

- Fólk, ið hava sálarligt órógv og sjúku, hava ofta brúk fyri onkrum at lurta eftir sær og fáa hjálp - eisini tá kommunulæknin ikki er tøkur. Við eini slíkari linju, kunnu innleggingar, tungir tankar og sjálvmorðsroyndir fyribyrgjast. Á henda hátt ber til at fyribyrgja innleggingar og psykiatriska viðgerð, sigur Sinnisbati.

Sinnisbati vísir á, at eitt slíkt tilboð kann knýtast at sálarskaðastovuni ella 112.

- Fólk, ið brádliga fáa ógvusligt angist, tunglyndi, psykosu, sjálvmorðstankar o.a. hava tørv á einum staði at venda sær. Hesar støður kunnu taka seg upp óvæntað, og tá er tørvur á bráðfeingishjálp. Tá er ikki tíð til at bíða til kommunulæknin hevur opið aftur og møguliga verða víst/ur til Psykiatriska depilin, ella bíða eftir tíð hjá sálarfrøðingi. Soleiðis virkar sálarsjúka ikki. Tá kann eisini vera ov seint at bíða.