Teir, sum lata lendið til tjaldingarplássið millum skúlan og kirkjuna við Gøtugjógv, eru í fyrsta lagi Árant Hansen og Henning Olsen, sum eiga seks merkur í jørð tilsamans. Árant Hansen sigur, at nú skúlin við Gøtugjógv verður útbygdur norðureftir, er gamla tjaldingarplássið minkað við umleið einum fjórðingi.
Hann sigur, at tað er hugnaligt at hava so nógv fólk á bønum í senn, meðan G! Festivalur er.
- Hetta er vanliga ein hugnalig vika og eitt hugnaligt vikuskifti, sigur hann.
Tey fyrstu árini var ikki brúk fyri so stórum parti av lendinum, men skjótt vaks áhugin fyri at tjalda á festivalinum, og tey seinnu árini hevur verið tjalding heilt úr skúlanum við Gøtugjógv og norður til kirkjuna.
- Eg kann ikki siga, at vit hava ringar royndir av at lata lendið til hetta endamál. Hetta hevur ikki gjørt nakað ringt við bøin. Onnur ár hevur fyri tað mesta verið turt, meðan festivalurin hevur verið.
Soleiðis segði Árant Hansen, tá Portalurin hitti hann við Gøtugjógv seinasta fríggjadag, tá teir vóru í holt við at sláa bøin og gera økið klárt til tjalding.
Nú veðrið gjørdist so ótespiligt, serliga hósdagin, hava ivaleyst væl færri fólk verið á tjaldingarøkinum, eins og gongdin á bønum hevur verið minni.
Hósdagin stóðu nógv tjøld ikki ímóti nógva vindinum, ið var, og mong vóru tey, sum noyddust at leita sær av aftur tjaldingarøkinum.
Nú eru líkindini í Gøtu góð, og lítið man vera at ivast í, at kvøldið í kvøld rættiliga verður tað stóra G! kvøldið.