Tey Radikalu geva Mette ein dag afturat at skriva út val

Um tað verður í dag, tá Fólktingið verður sett, ella í morgin, er ikki avgerandi fyri tey Radikalu.

 

Forkvinnan í Radikala flokkinum, Sofie Carsten Nielsen, hevur enn ikki boðað frá, hvønn flokkur hennara vil hava til stjórnarleiðara. Tann fráboðanin kemur, tá valið er skrivað út. Arkivfoto. - Foto: Bo Amstrup / Ritzau Scanpix/Ritzau Scanpix

##med2##

 

Nógv sita spent og bíða eftir Metta Frederiksen í hesum døgum.

Tí tey Radikalu hava sett henni knívin á barkan við einum misáliti, og tí verður roknað við, at hon skrivar út val hesa vikuna.

Tey Radikalu hava sett setanina av Fólkatiginum í dag sum evsta mark.

Men tað er ikki avgerandi fyri floksleiðaran, Sofie Carsten Nielsen, um valið verður skrivað út í dag, ella um forsætisráðfrúan bíðar til í morgin.

– Ítøkiligi dagurin hevur ikki týdning fyri meg. Og eg kann eisini staðfesta, at fleiri viðmerkarar hava sagt, at tað verður mikudagin, at valið verður skrivað út. Og tað er í fínasta ordan fyri mær og okkum, sigur Sofie Carsten Nielsen.

Fyrst í juli gjørdu tey Radikalu av eftir hvøssu atfinningar frá Minkanevndini móti Mette Frederiksen og stjórnini, at valið skuldi skrivast út, áðrenn Fólkatingið hittist aftur eftir summarfrítíðina.

Tann avgerðin er ikki broytt Heldur ikki eftir teir fýra lekarnar á Nordstream 1og 2 í Eystrasalti fáar kilometrar frá Bornholm.

– Vit tóku avgerðina út frá niðurstøðuni hjá Minkanevndini um,, at vit ikki longur kunnu stuðla eini eittflokkastjórn, og tann avgerðin stendur við, sigur Sofie Carsten Nielsen.

Um valið ikki verður skrivað út innan næstu dagarnar, fer flokkurin at leggja fram misálit á stjórnina undir orðaskiftinum um røðuna hjá forsætisráðfrúuni 6. oktober, sum er fyrsti møguleiki hjá teimum Radikalu eftir evstamarkið.

Sofie Carsten Nielsen væntar tó, at tað ikki fer at henda.

– Eg rokni púra greitt við, at valið verður skrivað út áðrenn hósdagin. Tað bæði vóni eg, og tí rokni eg við, tí tað hevur longu verið valstríð í Danmark leingi, sigur radikali leiðarin.

– Tað hevur tað verið í fleiri mánaðir. Og tað er eit valstríð, sum er í so hart, sigur Sofie Carsten Nielsen.

Spurningur: Valstíðið harðnar, eftir at tit komu við valhóttanini. So tú hevur ikki sjálv ábyrgdina av tí?

– Vit hava avgjørt eina ábyrgd. Men eg haldi, at spjaðingin var har frammanundan.

Hon nevnir millum annað, at blái blokkur í vár atkvøddi fyri einum borgarauppskoti um at fara undir eitt ríkisrættarmál ímóti forsætisráðfrúuni, og at eldur undir eini mótmælisgongu varð settur á eina dukku av forsætisráðfrúuni.

– Tað er sera ógvusligt, og soleiðis skal tað ikki vera í Danmark.

Tey Radikalu hava enn ikki boða frá, hvat forsætisráðharraevni, flokkurin stuðlar. Tey boðini koma, bein t eftir at valið er skrivað út.

Higartil er tað tó bara Mette Frederiksen, sum hevur latið upp fyri møguleikanum um eina stjórn tvørtur um miðjuna, sum er dreymurin hjá teimum Radikalu.

Tey bæði bláu forsætisráðharraevnini hava bara einar tveir dagar at koma við somu fráboðan, um teir skulu gera sær vónir um stuðul frá teimum Radikalu.

Um Mette Frederiksen ikki hevur skrivað val út hósdagin, fara tey Radikalu at koma við einum uppskoti um samtykt, sum Fólkatingið skal atkvøða um hóskvøldið.

Sofie Carsten Nielsen sigur, at tey Radikalu fyrireika seg upp á allar støður, men hon endurtekur, at hon ikki roknar við, at tað kemur hartil, at misálitisuppskot verður lagt fram í Fólkatingssalinum.

/ritzau/

 

Forkvinnan í Radikala flokkinum, Sofie Carsten Nielsen, hevur enn ikki boðað frá, hvønn flokkur hennara vil hava til stjórnarleiðara. Tann fráboðanin kemur, tá valið er skrivað út. Arkivfoto. - Foto: Bo Amstrup / Ritzau Scanpix/Ritzau Scanpix