Gásadalsgarðurin fekk í dag heiðurin sum ársins innovatión á Íverksetaradegnum, sum varð hildin í Öström.
- Ársins innovatión hevur megnað at samantvinna gamalt og nýtt, bóndaskap og ferðavinnu, í somu hølum, segði John Syderbø, marknaðarstjóri hjá Føroya Tele, sum handaði Granan.
Hann greiddi frá, at Gásadalsgarðurin byrjaði við at yvirtaka jørð, sum hevði verið í familjuni leingi. Gamlir bygningar í ringum standi fyrlgu við jørðini, og tí fór tað at vera kostnaðarmikið at reka bóndagarðin.
Tey valdu tó at gera eina roynd og ætlaðu upprunaliga at leggja seg eftir at sýna heimablídni til ferðafólk. Skjótt komu tey tó framat, at tað kundi loyst seg betri at gjørt úthúsini um til sláturvirki.
- Í dag verður húsið nýtt sum sláturvirki um heystið, meðan tað um várið og summarið er ein kaffistova, har tað eisini er møguligt at gista, segði John Syderbø.
- Vit vildu bara finna út av, hvussu ein bóndagarður kundi fáa aðrar inntøkur enn frá seyði, segði Katrin Fagraklett, tá hon tók ímóti Grananum.