– Tey siga, vit lukta illa

Ímynda tær eitt sam­felag við 10 ymiskum stammum, 10 ymisk­um málum og 10 ymiskum mentanum. Soleiðis er Niger. Har hava nógvar ymiskar stammur livað síðu um síðu í mong ár, men tað er ikki altíð einfalt at sleppa undan etnisku kon­fliktunum, ið mang—an koma, tá ið etn­iskir bólkar liva saman

Meðan politikkarir kjakast um, hvussu vit kunnu bøta um negativa fólkavøksturin í Evropa, roynir nigerska stjórnin hinvegin at finna eina loysn, soleiðis at kvinnurnar í landinum ikki fáa ov nógv børn. Við einum miðalfólkavøkstri upp á yvir 3,3% um árið, hevur Niger hægasta fólkavøksturin í heiminum. Kvinnurnar fáa umleið 7-9 børn og hóast fimta hvørt barn doyr, áðrenn tað fyllir fimm ár, hava familjurnar sera ringt við at breyðføða stóru barnaflokkarnar.

 

Kampur um jørðina

Helvtin av íbúgvum Nigers eru av hausa-ættini. Tey eru fastbúgvandi bóndir og eiga øll eitt petti av jørð, sum tey liva av at dyrka. Í Niger eru 20 % av fólkinum nomadur, sum vandra við djórum teirra í regntíðini. Gjøgnum nógv ættarlið hevur nomadufólkið vandra yvir jørðina hjá hausaunum við djórum teirra og hava harvið gjødað jørðini hjá teimum. Veðurlagsbroytingarnar hava tó gjørt um seg fyri landbúnaðin í landinum, soleiðis at støddin av ófruktbarari jørð alsamt veksur fyri hvørt ár. Samstundis er fólkavøksturin í Niger stórur. Hetta inniber, at enn fleiri fólk verða til at deila hesa minkandi fruktbæru jørðina og møguleikarnir hjá bóndunum verða sostatt alsamt minni. Hetta er knappliga vorðið ein stórur trupulleiki; hausafólkið ilskast nú um, at djórini hjá nomadunum oyðileggja plantur teirra og hetta hevur elvt til nógvar etniskar konfliktir í einum landi, har friður í mong ár hevur valdað. Hetta er ein hóttan ímóti tí annars góða sambandið, sum hevur verið ímillum etnisku bólkarnar í so langa tíð.

Tørvur er tí nú á at finna eina loysn, ið kann føra nigerska fólkið saman aftur. Tørvur er á onkrum, sum kann hjálpa teimum at skilja hvønn annan og liviháttirnar hjá hvørjum øðrum.

 

Ein skúli fyri øll?

Seinastu árini hevur altjóða hjálparfelagsskapurin Care arbeitt í Niger við at byggja skúlar, har ymiskir etniskir bólkar skulu undirvísast saman. Hetta hevur til endamáls, at bólkarnir kunnu læra hvønn annan at kenna frá barnsbeini av og harvið fáa eitt øðrvísi innlit í mentanirnar hjá hvørjum øðrum. Hetta hevur víst seg higartil at rigga væl, siga foreldrini.

- Skúlarnir hava heilt víst betra um sambandið millum bóndir og nomadir. Áður vitjaðu vit ongantíð hvønn annan, vit royndu at hava so lítið við hvønn annan at gera, sum gjørligt var, sigur Amadou Garba, sum er leiðari av nomadu-fulanibygdini Kaima. Nú eru børn okkara ofta í hausabygdunum í fleiri dagar út í eitt fyri at spæla við hausabørnini. Vit vita ikki eingongd altíð, hvør tekur sær av teimum og gevur teimum mat um kvøldarnar, tá ið tey sova hjá hausafamiljunum.

Spyr man børnini, eru tey tó ikki heilt samd við hesari lýsingini. - Mær dámar ordiliga væl at ganga í skúla, sigur Abdou Hadi Ibrahim, ið er 9-ára gamal og fulani-nomadu-barn. – Í veruleikanum haldi eg tað vera so spennandi, at eg fegin sjálvur vil verða lærari, tá ið eg verði vaksin. Tað einasta, sum viðhvørt er ringt við at ganga í skúla, er, at hausairnir happa okkum, tí vit enn ikki duga líka væl sum tey at tosa hausa. Tey siga eisini, at vit lukta illa, tí vit hava djór heima. Vit spæla tó ofta við hausabørnini og eg vil sera fegin verða vinir við tey.

 

Týðiliga færri trupulleikar

Lærarin Gaya Hamidou, ið undirvísir hausa- og fulanibørnini í lokala skúlanum í Kaima, sigur um hetta evnið: - At skapa eitt gott samband millum ymisku etnisku bólkarnar er ein tann týdningarmiklasta uppgávan í skúlunum. Tað hava leingi verið konfliktir um jørðina millum bólkarnar og hetta smittar av upp á børnini. Tað er allarhelst eisini orsøkin til, at hausabørnini viðhvørt happa fulanibørnini. Vit taka trupulleikarnar upp saman í skúlanum og eg syrgi fyri, at fulanibørnini, sum ofta eru rættiliga smæðin, eisini verða spurd í tímunum.

Tá ið skúlin í Kaima varð bygdur, varð eitt skúlastýri eisini sett á stovn. Her sita hausa- og fulaniforeldur saman og hetta hevur sambært Gaya gjørt, at fólkasløgini eru komin tættari upp á hvønn annan. – Í dag vitja vit hvønn annan, tá ið navnaseremoni’ir, brúdleyp ella aðrar veitslur eru. Hetta hava vit ongantíð kunnað gjørt áður. Seinastu fýra árini, meðan skúlin hevur verið, hava tað heilt avgjørt eisini verið færri konfliktir millum etnisku bólkarnar, so kanska vit einaferð kunnu liva ordiliga harmoniskt saman.