Enn veit Vanja Petersen ikki, nær hon kann lata dyrnar í Tilhaldinum í Tórsgøtu 21 upp fyri øllum pensionistum í Havn. Tað eru ikki meira enn nakrir fáir dagar, síðan hon varð sett í starv sum leiðari fyri Tilhaldinum, og hon hevur júst byrjað.
Hetta er eitt spildurnýtt tiltak, sum býráðið hevur sett í verk við stuðli frá Almannastovuni. Tilhaldið verður í gamla Føroya Banka í Tórsgøtu, har Tekniski skúlin seinni var.
Hvønn mikumorgun skulu Vanja og starvsnevndin fyri tiltakið hittast í hølunum at tosa um, hvørji tiltøk skulu verða í tiltakinum.
Hugskotini tróta ikki, og Vanja ber ongan ótta fyri, at pensionistar fara at aftrat seg við at koma, tí tá fundurin var, sum valdi starvsnevndina, møttu 120 pensionistar. Húsið liggur eisini so væl fyri, mitt í býnum.
Tilhaldið verður í stovuhæddini. Tað stóra rúmið, har bankin áður helt til, er ætlanin at býta upp, soleiðis at fólk kunnu sita í bólkum og takast við ymist. Hugsanin er at hava fyrilestur, og at onkur lesur upp fyri teimum, sum kanska ikki síggja so væl at lesa. Eitt uppskotið er at hava ein diskussiónsklubbi, har dagsins mál verða umrødd. Onkur mælir til at hava stuðulsbólkar, og annars hava tey í starvsnevndini tosað um alskyns tiltøk í húsinum. Tað hevði borið til at fingist við ymisk handverk, eitt nú grótslíping. Summi kunnu sita við hondarbeiði ella teldu, og einki skuldi verið í vegin fyri at spælt krokk uttanfyri. Vanju dámar væl hugskotið um at hava fimleik í húsinum, tí nógv eldri fólk eins og tey ungu, røra seg alt ov lítið.
- Hugskotini eru óendaliga nógv, og eg ætli mær sjálv ikki at avgera, hvat skal vera í húsini. Tað skulu pensinistarnir sjálvir avgera, sigur Vanja, sum leggur stóran dent á, at pensionistarnir ikki mugu kenna tað, sum at nakað verður smoygt niður yvir tey.
- Eg haldi hetta vera eitt gott tiltak, tí nógv eldir eru einsamøll, og nógv duga ikki rættiliga at finna útav, hvat tey skulu fáast vi, tá tey gevast at arbeiða fyri aldur. Tað er ikki nóg mikið bara at sita heima við útvarpi og sjónvarpi.
Vanja kennir væl til umstøðurnar hjá eldri fólki. Hon er útbúgvin sjúkrasystir, hevur arbeitt bæði á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum, á sjúkrahúsinum í Klaksvík, eitt styttri tíðarskeið arbeiddi hon á Samsø í Danmark og seinastu árini hevur hon arbeitt nógv á Hvíldarheiminum.
- Mær dámar so væl at vea saman við tilkomnum fólki, tí tey hava so nógv at fortelja okkum yngri, og vit kunnu læra av teimum. Eg hugsi soleiðis, at fólk mugu ikki harmast um, at tey verða gomul, tí tað er prógv um góða heilsu, sigur Vanja.
Hon veit enn ikki, nær Tilhaldið í Tórsgøtu 21 kann lata upp. Nakrar smærri umvælingar muu gerast, men tað er ikki sum at siga tað at fáa handverkarar.
Men meðan bíða verður eftir tí, gera Vanja og starvsnevndin reglugerð og aðrar neyðugar fyrireikingar.
- Eg gleði meg til tann dag, tá ið vit kunnu lata dyrnar upp, sigur Vanja, sum verður einasta lønta starvsfólkið í Tilhaldinum.