Nú Torradagar eru í Klaksvík hesa vikuna, verður ein stórur kjakfundur í Skúlanum við Ósánna í kvøld, har leiðandi umboð fyri allar flokkar á tingi fara at kjakast um fiskivinnunýskipanina, sum tykist draga út.
– Vit høvdu ein líknandi fund í fjør, tá landsstýrismaður í fiskivinnumálum legði eitt fekst uppskot á borðið, men eftir mars mánað hevur stígur verið í málinum, sigur Jón Brian Hvidtfeldt, sum saman við Óluvu Zachariasen skal stjórna fundinum í kvøld.
– Í kvøld ætla vit at gera støðuna upp og fáa at vita, hvar fiskivinnunýskipanin stendur, nú eitt ár er farið síðani fundin á Torradøgunum í fjør.
Politikararnir á fundinum verða Kaj Leo Johannesen, løgmaður, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, og tingfólkini Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal, Bill Justinussen, Poul Michelsen og Kári P. Højgaard.
Almenni og opni kjakfundurin í skúlanum við Ósánna í Klaksvík verður í kvøld klokkan 19.30, og umframt framløgur frá politikarunum, verður eisini høvi til at seta teimum spurningar.
Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra samrøðu við Jón Brian Hvidtfeldt um tað, sum ætlanin er at fáa burtur úr politikarunum á fundinum.