Seinastu tíðina eru prísirnir á nógvum vørum nógv hækkaðir, men í ólavsøkurøðu síni fyrr í dag, boðaði løgmaður frá, at tey, sum eru ringast fyri, fara nú at fáa fíggjarliga hjálp so at tey hóra undan. Løgmaður boðaði frá, at stuðulin til hvørja familju kann vera upp í 7.000 krónur.
Hjá vanligum húskjum eru tað serliga prísirnir á mati og olju, sum eru nógv hækkaðir og í tilfarinum til ólavsøkurøðuna verður upplýst, at endamálið við stuðlinum er nettupp at hann skal brúkast til at keypa olju fyri.
Endamálið hjá landsstýrinum er at minka um ringastu avleiðingarnar av prísvøkstrinum. Tí er ætlanin við stuðlinum at veita fíggjarligan stuðul til húski við lágum inntøkum, og sum brúka olju - og sum heldur ikki hava nakrar ognir av týdningi, sigur løgmaður. Stuðulin skal so brúkast til olju at hita húsini upp við, og uppskotið verður lagt fyri tingið fyrst í september, sigur løgmaður.