Birgir Sondum
Tey síðstu árini hava vit brúkt minst 150 mill. uppá barnagarðar og Tjarnargarð.
Tað er í fínasta lagi at fjálga verður um tey økini.
Nú má tíðin vera komin til tey ungu. Vit í Tjóðveldisflokkinum vilja skapa karmar til tey ungu, ikki so at tey bert trívast, tey skulu helst stórtrívast í kommununi.
Vit mugu fáa eitt ungdómshús í býnum.
Til tey yngru skal møguleiki vera fyri ítrivum í býlingahúsunum í nærumhvørvinum.
Vit eiga ein ótrúliga góðan og evanríkan ungdóm, so tað minsta kommunan kann gera, er at syrgja fyri at karmarnir fyri ungdómsítrivum eru í lagi.
X við lista E.