Tey ungu hava tørv á einum húsi

 Tey ungu í Klaksvík hava leingi havt ein tørv á einum virkishúsi, men nú er tað á veg, sigur borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen

Gamli Norðoya Banki við Klaksvíksvegin skal frameftir virka sum ungdómshús í Klaksvík.
Um vikuskiftið søkti Klaksvíkar kommuna eftir leiðara til virkishúsið fyri ung, sum tað verður kallað í lýsingini, og ætlanin er, at leiðarin, sum verður settur í starvi, skal fáa gongd á virkishúsið.
 Tey ungu í Klaksvík hava leingi havt tørv á einum virkishúsi, og tey vóru eisini úti á gøtuni og mótmæltu fyri nøkrum árum síðani. Nú er húsið á veg, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.

Leiðarin fær týðandi leiklut
Tað var undanfarna býráðssamgonga í Klaksvík, sum gjørdi av, at Norðoya Banki skuldi brúkast til ungdómshús, tá ið kommunulæknarnir vóru fluttir úr húsunum.
Nú er nýggja læknamiðstøðin á Sandinum tikin í nýtslu, og allir læknarnir eru farnir úr Norðoya Banka.
 Vit søkja nú eftir einum leiðara til virkishúsið, og vit ætla, at leiðarin í stóran mun skal verða við til at gera av, hvussu virkishúsið skal koma at virka, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.
 Vit vilja ikki frammanundan gera av, hvussu húsið skal verða innrættað, og hvussu tað skal virka. Vit vilja hava leiðaran til at verða við í tí arbeiðnum, sigur hann.

Margarinfabrikkin ein fyrmynd
Klaksvíkar kommuna hevur verið í Havn og hugt eftir, hvussu Margarinfabrikkin riggar, og har hevur verið lag á manni at tosa sama mál, tí leiðarin fyri Margarinfabrikkina er klaksvíkingur.
 Tað tykist, sum at Marginfabrikkin hevur riggað væl, men um okkara virkishús skal hava júst sama innihald er ikki vist. Tað skal leiðarin millum annað verða við til at gera av, sigur borgarstjórin í Klaksvík.
Virkishúsið fyri ung í Klaksvík skal verða eitt tilboð til tey undir 18 ár, og alt skal ganga fyri seg í rúsfríum umhvørvi.