Tey ungu skulu royna seg

TÓNLEIKUR. Í eini kapping millum 17 ungar tónleikarar, vunnu seks teirra kjansin sum solistar hjá Føroya Symfoniorkestri

Um tvær vikur skulu seks ungir tónleikarar royna seg sum solistar hjá Føroya Symfoniorkestri fyri fyrstu ferð.

Talan er um tveir dreingir og fýra gentur, og tey eru úr 14 og upp í 18 ár. Tey hava fingið kjansin, eftir at tey gjørdust vinnarar í kapping millum 17 evnaríkar tónleikarar.

Hendan kappingin var í januar mánaði, og 28. februar skulu tey væntandi standa frammanfyri fullum sali í Norðurlandahúsinum og spæla verk eftir millum annað Mozart, Haydn og Vivaldi við føroyska symfoniorkestrinum í bakinum.

?Tað er eitt sindur undarligt við kapping millum tónleikarar, men vit vita eisini, at kapping ofta hækkar um støðið, og tí royna vit hetta tiltakið, sigur Martin Mouritsen, sum er leiðari av Føroya Musikkskúla.

? Tað vóru nógvir dugnaligir tónleikarar við í kappingini, og fleiri enn hesir seks høvdu kunnað verið solistar, men nú fall valið á hesi, og eg eri sannførdur um, at tey fara at klára hesa stóru uppgávuna. Tey hava øll royndir í at framføra, hóast hetta helst verður størsta avbjóðingin hjá teimum higartil, sigur Martin Mouritsen, sum eisini er fastur dirigentur hjá Føroya Symfoniorkestri.


Stúrir fyri konsertini

Tað eru Føroya Symfoniorkestur og Føroya Musikkskúli sum í felag skipa fyri nýggja tiltakinum.

? Eitt av endamálunum hjá Føroya Symfoniorkestri er at geva framkomnum næmingum møguleika at vera við í symfoniskum tónleiki og at venja og spæla í størri høpi, sigur Føroya Symfoniorkestur í einum tíðindaskrivi, sum sent er fjølmiðlunum.

? Í løtuni eru tað fleiri næmingar, sum lúka krøvini fyri hesum, og vit vóna, at tað verða fleiri, sum við ídni fara at náa hesum máli framyvir.

Í Føroya Symfoniorkestri, sum varð stovnað í 1983, eru fleiri ungir tónleikarar, men tað er ikki vanligt, at hesir eru solistar hjá orkestrinum.

Ein av teimum, sum nú skal royna seg, er 17 ára gamla Guðny Næs.

? Hetta er ein spennandi avbjóðing, men eg eri stúri eitt sindur fyri konsertini. Eg ætli mær at venja nógv áðrenn framførsluna, sigur hon.

Guðny spælir violin, og hon skal spæla vøkru romansuna í F-dur fyri violin og orkestur, sum Ludvig van Beethoven hevur skrivað.

? Hetta er eitt pent og romantiskt stykki, og mær dámar tað væl. Eg havi valt tað saman við læraranum hjá mær, og eg rokni við, at fólk kenna hesa romansuna, sigur Guðny Næs.


Fínt við kapping

Marjun Heerup Olsen spælir tvørfloytu, og hon fer 27. februar at spæla fyrsta sats úr konsert fyri floytu og orkestur í G-dur eftir Wolfgang Amadeus Mozart.

? Hetta verður eitt stórt upplivilsi. Eg eri ikki vorðin nervøs enn, men tað fer ivaleyst at koma, tá konsertin nærkast. Nú havi eg havt hálsbruna, og tí havi eg ikki fingið vant seinastu dagarnar, men eg ætli mær sjálvandi at venja nógv áðrenn konsertina, sigur Marjun.

? Tað er fínt við kapping millum tónleikarar, men eg haldi, at tað er eitt sindur keðiligt at kappast móti fólki, sum eg kenni. Men tað er einki at ivast í, at slík kapping fær okkum at gera meira við tað.

Martin Mouritsen, leiðari av Føroya Musikkskúla, leggur dent á, at kapping er ikki endamál við musikkskúlanum.

? Vit skulu hava eina breidd og ein topp, og slíkt tiltak kann verða við til at geva okkum onkrar enn betri ungar tónleikarar, sigur hann. 1100 næmingar kring alt landið eru í skipanini hjá Føroya Musikkskúla.

Av teimum seks fólkunum, sum nú skulu verða solistar, eru fimm úr Havn, og tað er ikki undarligt.

? Tað eru serliga fólkini í høvuðsstaðnum, sum hava ambitiónir við tónleikinum, sigur Martin Mouritsen.


Fólkini og tónleikurin

Næsta vikuskiftið fara tey seks ungfólkini at venja saman við Føroya Symfoniorkestri, og um tvær vikur er tað álvari, tá tey fara á pallin í Norðurlandahúsinum.

14 ára gamli Johan Hentze, sum spælir á trompet, fer at spæla variasjónir yvir lagið Napoli eftir tónasetaran Hermann Bellstedt.

Jón Festirstein, sum eisini er 14 ára gamal, spælir violin og fer at framføra fyrsta sats úr violinkonsert í a-moll eftir Antonio Vivaldi.

Guðny Næs er 17 ár, og hon fer at spæla romansu í F-dur fyri violin og orkestur eftir Ludvig van Beethoven.

17 ára gamla Marjun Heerup Olsen spælir tvørfloytu, og hon skal spæla fyrsta satsin úr konsert fyri floytu og orkestur í G-dur eftir Wolfgang Amadeus Mozart.

Kristina Dalsgarð, sum er 16 ára, spælir klaver, og hon fer at spæla fyrsta satsin úr konsert fyri floytu og orkestur eftir Joseph Haydn.

Og seinasti tónleikarin er Andrea á Dul Mortensen, sum er 18 ára gomul. Hon heldur fram við 2. og 3. satsi úr somu konsert í D-dur fyri klaver og orkestur eftir Joseph Haydn.

Konsertin verður sunnudagin 27. februar klokkan 16.00 í Norðurlandahúsinum.