Tey vilja ikki leggja árarnar inn

Á Tvøroyri hevur tað ikki eydnast at fáa dreingir og menn at rógva kapp í ár. Tey hava gott mót um Firvald við kvinnum á Jóansøku, og tey halda áhugan fyri alvaróðrinum vera ábending um, at tað ikki fer at síggja so heilt galið út i framtíðini

FRO?BIAR SÓKNAR RÓ?RARFELAG

Tað plagar at roynast væl við kappróðrinum á Trongisvágsfirði. Í hvussu so er tá ið tað ræður um karmarnar og róðrartíðina. Tað vóna og rokna tey við, at tað eisini fer at gera hesa ferð. Eini 70-80 fólk hava seinastu dagarnar verið við í fyrireikingunum, og í góðveðrinum fyrrapartin í gjár vóru tey komin undir land. Men tey høvdu ikki ætlanir um at brúka báðar teir føstu startirnar, sum RSF formaðurin fyrr í vikuni segði, at ætlanin var at brúka. Róðrarsambandið hevur annars sent báðar startirnar suður.
- Tað plagar at ganga væl at leggja bátarnar her. Vit hava sagt við teir í Róðrarsambandinum, at vit ikki síggja nakra orsøk til at brúka báðar startirnar, og okkum líkar ikki at fara undir roynd, sum vit ikki hava gjørt áður. Tað hava tey í Róðrarsambandinum tikið til eftirtektar. Tað ræður um at hava roynt fólk og bátar við stórari maskinorku at halda startinum upp á pláss, og tað halda vit okkum hava.
Tað er Súnhild Holm, formaður í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, sum greiðir soleiðis frá. Hon hevur verið formaður seinastu fýra árini. Í 1989 var hon partur av Firvalda manningini, sum vann FM heitið. Eftir at hava búð nøkur ár í Danmark, fluttu hon og familjan aftur til Føroya og Suðuroyar.
- Tá ið eg hoyrdi lýsing í útvarpinum, sum segði, at boðað varð til fundar í róðrarfelagnum her suðuri við tí dagsskrá at avtaka felagið, helt eg, at tað kundi ikki vera rætt. Eg hevði einki ímóti at vera við til at geva ungum møguleika fyri sama upplivilsi, sum eg hevði havt í kappróðrinum, tá ið eg var ung. Eg møtti upp á fundinum og varð vald til formann. Síðani hava vit arbeitt við at menna kappróðurin her suðuri. Í fyrstu atløgu ræður tað um at halda tørn um tað, sum er, og so vóna vit, at tað skal ganga rætta vegin.
Hvussu gongur so?
- Um vit meta út frá huginum og viljanum at hjálpa til í sambandi við jóansøkuróðurin, so kunnu vit ikki gremja okkum. Tað stendur ikki á at fáa fólk, og tey flestu hava nógvar royndir og vita, hvat tað snýr seg um. Men í gerandisdegnum høvdu vit fegin viljað havt fleiri at tikið eitt tak við okkum. Vit eru fá, og tað hevði avgjørt komið væl við, um vit høvdu verið fleiri.

Eingi mannfólk
Tað var tann tíð, tá ið 10-mannafarið á Tvøroyri var við til at seta dám á kappingina millum 10-mannaførini. Suðuroyingur vann nógv í 50unum og 60unum. Men síðani farið varð at kappast um FM eftir tí leistinum, sum hevur verið galdandi síðani 1973, hevur tað ikki eydnast Suðuroyinginum at vunnið, og tað er púra vist, at Suðuroyingurin fer ikki at vinna í ár. Tað sær heldur einki út fyri næstu framtíðini.
- Tað gongst illa at fáa mannfólkini her suðuri at rógva. Ein partur av veruleikanum er, at nógv av unga fólkinum flytir skjótt burtur, og so verður tað sagt, at kappingin frá fótbóltinum er ov stór. Vit royndu í vár at fáa dreingjamanning umborð á Firvald, men tað eydnaðist ikki. Heldur ikki tá ið vit royndu at manna 5-mannafar saman við vágbingum og øðrum í oynni. Um kappróðrinum skal verða liv lagað her suðuri, so er neyðugt við samstarvi, og tað eru dømi um, at tað eydnast. Millum Firvalda manningina við kvinnum eru fýra úr Hvalba. Vit vóna og vænta, at tað fer at hilnast væl hjá teimum á Jóansøkuni. Í Hósvík vóru tær óhepnar og stýrdu skeivt. Kortini endaðu tær á fimta plássinum. So nú eru vit spent uppá, at tær skulu verja æruna hjá okkum, sigur Súnhild Holm.
Í alvaróðrinum luttekur Firvaldur við gentum, og tað eru tvær uppaftur yngri manningar við gentum, sum venja og kanska skjótt fara at kappast. Men hjá mannfólkunum er tað knívskorðið.
- Tað er sama skilið í Vági. Har eru tað eisini genturnar, sum rógva kapp. Vágbingurin venur norðanfjørðs. Eg havi skilt, at tríggir vágbingar, sum arbeiða í Havnini, eru partur av manningini, men annars eru tað bara kvinnur og gentur, sum rógva kapp her suðuri, sigur Súnhild Holm.

Góðar umstøður
Froðbiar Sóknar Róðrarfelag hevur góðar umstøður. Neystið er ikki so stórt, men tað er í góðum standi. 10-mannaførini bæði standa aðra staðni, tí tað er ikki pláss fyri teimum. Í neystinum standa tvey nýggj 5-mannafør har - Firvaldur og Hulda - men bara annar báturin er mannaður. Tó luttekur Hulda í kappingini millum old girls.
- Vit hava góðar umstøður at venja undir. Í neystinum hava vit rógvimaskinur og kondisúkklur. Vit royna at leggja okkum eftir at fáa børnini og tey ungu at venja og harvið fáa hug at luttaka í kappróðrinum, og okkara størsta ynski er, at dreingirnir aftur skulu vera við til at manna bátarnar. Men hetta er ikki nakað, sum broytist eftir einum degi, og tá ið arbeiðið hongur á ikki so nógvum herðum, so kann tað so skjótt broytast. Men vit royna og vóna tað besta.
Umframt í 1989 so hava genturnar umborð á Firvaldi vunnið FM í 1977, 1978 og í 1979. Dreingirnir vunnu í 1977.
Snopprikkur, sum hoyrir heima í Hvalba, vann vann FM í kappingini millum 6-mannafør við monnum í 1998. Smyril úr Vági vann somu kappingina í 2002 og í 2003. Síðani tá er einki FM steyp komið til Suðuroyar.
Tey eru fleiri, sum hava góð minni frá kappróðrinum har suðuri. Millum teirra er Maibritt úr Hørg, sum býr í Sumba, men sum er ættað úr Hvalba. Hon var við til at vinna gull við Firvaldi, og nú hava tey í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag heitt á hana um at handa steypini seinnapartin í dag.
- Ofta hevur tað víst seg, at róðrarfólkini hava hugsað meiri um Smyril og at sleppa norður aftur, enn tey hava hugsað um steyp og heiðursmerkini. Í dag vera stundir at taka ímóti steypunum. Smyril fer ikki av Drelnesi og yvirum fyrrenn klokkan er farin av sjey. Tað hevur skiparin lovað okkum, sigur Súnhild Holm, sum ikki ivast í, at kappróðurin fer at verða liðugur í góðari tíð.
- Klokkan plagar ikki at vera farin nógv av fimm, tá ið róðurin plagar at vera liðugur. Hesa ferð er ætlanin at alvaróðurin millum dreingir skal vera klokkan 14.15, og at old girls eisini skulu rógva áðrenn klokkan trý, tá ið vit vóna, at startskotið til dreingjaróðurin skal vera. Tað skal ganga skjótt eftir at 5-mannaførini við gentum eru liðug, tí kvinnurnar skulu umborð. Í tí sambandinum hava vit riggað eina flótibrúgv til, sum bara er til júst hesa skiftingina. Drátturin er innanfyri Delta. Har er ein dráttur fyri bátarnar, sum skulu á sjógv, og ein fyri bátarnar, sum skulu upp á land, so vit halda, at umstøðurnar eru so frægar, sum tær kunnu vera. So vit ynskja øllum góðar jóansøkuróður, sigur Súnhild Holm, formaður í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.
Saman við øðrum eldsálum stríðist hon fyri at halda lív í og bera kappróðurin á Tvøroyri, har jóansøkuróðurin er á skránni í dag. Higartil hava tær ikki lagt árarnar inn, og tað hevði verið framúr, um kvinnurnar umborð á Firvaldi, sum í fjør fleiri ferðir vóru nummar tvey og try, og stórliga vórðu fagnaðar, tá ið tær komu til hús aftur eftir at hava vunnið á Vestanstevnuni.