Tey vilja ikki longur búgva í Skálabotni

Tey mótmæla, at bygdarnavnið er broytt

 

Tey, sum búgva innast við Skálafjørðin, vilja nú hava sítt gamla bygdarnavn aftur. Tey vísa á, at bygdin hevur havt heitið, Skálafjørður, men nakað síðani hevur Landsverk broytt navnið til Skálabotnur, og tað er hent eftir tilmæli frá staðanavnanevndini hjá Fróðskaparsetrinum.

 

Men hesum mótmæla tey, sum búgva har og heita nú á Runavíkar kommunum um at bera so í bandið, at navnið verður broytt aftur alt fyri eitt, soleiðis at bygdin fær gamla navnið, Skálafjørður, aftur.

 

Í hesum sambandi hava tey verið runt í bygdini við adressu og har hava yvir 80 fólk skrivað undir áheitanina um at fáa gamla bygdarheitið aftur. Men tey leggja afturat, at tey hava ikki verið í hvørjum húsi, og tað vóru heldur ikki øll, sum vóru inni.