TF Holding keypt Eik fyri 450 milliónir

TF Holding hevur keypt 70 prosent av Eik Banka, og fyribils eigur Finansiel Stabilitet 30 prosent av bankanum. Ætlanin hjá TF Holding er at keypa partin hjá Finansiel Stabilitet sum frá líður.

Avtala er gjørd um, at um úrslitið verður so gott, at bankin vinnur yvir eina vissa upphædd tey næstu fýra árini, so skal TF Holding gjalda 100 milliónir afturat.

----

Í sambandið við keypið hevur TF Holding sent út soljóðandi tíðindaskriv:

»TF Holding og Finansiel Stabilitet eru í dag vorðin samd um, at TF Holding keypir 70% av Eik Banka Føroya. Finansiel Stabilitet eigur hini 30% av Eik Banka Føroya. Miðað verður eftir, at TF Holding so líðandi keypir Finansiel Stabilitet út úr Eik Banka.

450 mió. kr. fyri 70%

TF Holding rindar 450 mió. kr. fyri 70% ognarlutin. Harumframt verður rindað ein upphædd upp til 100 mió. kr., um rakstrarúrslitið hjá Eik Banka uppfyllir ásettar treytir. Eisini er gjørd serstøk avtala millum partarnar um fígging o.a. Samlaða virðisásetingin av Eik Banka er ásett til 900 mió. kr. Tá verður sæð burtur frá teimum møguligu 100 mió. kr.

Eik Banki í Føroyum gerst sostatt partur av TF samtakinum, sum frammanundan eigur m.a. Tryggingarfelagið Føroyar og Betri pensjón. Við keypinum av Eik gerst TF samtakið eitt av Føroya størstu samtøkum.

Tryggleiki og vøkstur í Føroyum

Endamálið við keypinum er, at skapa tryggleika og vøkstur í Føroyum. Eik Banki gerst nú partur av fíggjarliga sterka TF samtakinum, og gevur víðkanin av samtakinum møguleika fyri at geva føroyingum enn betri tænastur innan fígging, trygging og pensjón.

Væleydnað keypstilgongd

Keypstilgongdin hevur gingið væl. TF Holding gav sítt boð upp á Eik Banka í Føroyum 15. desember 2010, og hava TF Holding og Finansiel Stabilitet havt fundir og samskifti síðan tá, har allir tættir í Eik Banka eru viðgjørdir. Úrslitið gjørdist, at TF Holding keypti meirilutan av Eik Banka.

Nýggj leiðsla setast

Farið verður í næstum undir eina tilgongd at seta nýggja nevnd og stjórn í Eik Banka, og verður nýggja leiðslan við í tilgongdini at samskipa virksemið hjá TF samtakinum framyvir.

?Vit fegnast um keypið av Eik banka. Endamálið hjá TF samtakinum er, at skapa tryggleika og vøkstur í Føroyum, og keypið av Eik gevur okkum enn betri møguleika fyri at røkka hesum máli, bæði fyri TF samtakið og føroyska samfelagið sum heild?, sigur Birgir Mohr, nevndarformaður í TF Holding.

?Vit fara at tryggja, at Eik Banki framyvir verður rikin sum ein konservativur og varin banki, grundaður á somu tryggu og grundfestu virði, sum TF samtakið er grundað á. Síggja sum heild stórar møguleikar og hava bjartar vónir, nú TF samtakið eisini fevnir um Eik Banka?, sigur Regin Hammer, stjóri í TF Holding.

TF Holding og Finansiel Stabilitet vænta at kunna undirskriva endaligar sáttmálar áðrenn 31. januar 2011. Formliga verður Eik Banki sostatt eftir ætlan yvirtikin 1. februar 2011.«

---

Skrivað undir tíðindaskrivið vegna TF Holding P/F hava:

Birgir Mohr, nevndarformaður og Regin Hammer, stjóri