Útferð í Sandoynni

Fríggjakvøldið skipar Kunningarstovan í Sandoynni fyri túri út undir Borg í Skálavík

Nú fer at bera til hjá ferðafólki at síggja drunnhvíta eystantil á Sandoynni.

Sandoyar Kunningarstova skipar fyri túrinum, sum verður út undir Borg í Norðasta Haga í Skálavík.

Útferðin verður gjørd í samband við fólkatónleikarakonsert, sum hildin verður í Skálavík fríggjakvøldið. Konsertin verður klokkan 20.oo.

Drunnhvítatúrurin verður um midnáttina, tá fuglurin plagar at leita sær heimaftur eftir veiðiferð til havs.

Í tíðindaskrivi sigur Sandoyar Kunningarstova, at okkurt verður at fáa til matna í húsinum undir Borgini um náttina.

Kostnaður fyri alt tiltakið, tað vil siga konsert og útferð, er kr. 150,-. Tilmelding er á Sandoyar Kunningarstovu, sum hevur telefon nr.

36 18 36 ella fartlf. 22 20 78oacute;rn um broytt viðurskifti millum Føroyar og Danmark, tað hevði verið nokk at fingið eitt danskt uppskot faxað út í Tinganes til undirskrivingar, tí har góðtaka tit alt beinanvegin, tað hava tit prógvað til fulnar, so har er einki at samráðast um ? og at avreiða eitt heilt land við einum pennastroki skuldu tit helst eisini klárað. Tað er frælsisstríðið, sum krevur samráðingar, og har er nógv at samráðast um.

Eg dugi ikki at fata, at tað er so rívandi galið at taka ábyrgd av sínum egnu viðurskiftum? eitt annað, sum eg eisini kundi hugsað mær at vitað er, hvat er stórbæri í at fáa pening og lata vald frá sær, ella hvussu ein kann hava sum politiskt endamál at tryggja, at vit ikki skulu gerast sjálvbjargin og hava sjálvstýri í Føroyum, skiljið tað hvør ið vil? ? men tað er sambandspolitikkur við stóra S.

Jú, so sanniliga er nógv at samráðast um, men tað er ein fortreyt, at mótparturin vil samráðast, og sjálvt tá vit hava upplivað at stjórnin leggur seg tvøra og ikki vil viðgera eina rímuliga skiftistíð ? sum einki hevur við biddaragongd at gera, sjálvt tá kemur afturhaldið við eftirklókskapinum í reinum sambandsanda og niðurger samráðingarnevndina, sum helst ikki kundi verið betur umboðað og hálovar mótspælinum frá donsku stjórnini.

Men hóast tað, so er endamálið við samráðingum eitt land ? okkara land Føroyar, harra Atli Hansen.


Áki Andreasen