Meinhard Jacobsen segði nakað soleiðis í útvarpssendingini:
?Lønarkostnaðurin á føroyskum flakavirkjum er 1,7 til 2 ferðir so stórur sum í Íslandi og Skottlandi.
?Hetta er til bága fyri kappingarførið
?Útflutningsvinnan má hava kappingarførar treytir
Av tí at eg meini at Meinhard hevur fatur á rætta endanum havi eg hug at skoyta nøkur orð uppí.
Kjarnin í málinum er spurningurin um, hvussu í verðini tað ber til, at prísurin á arbeiðstímum er soleiðis vorðin, at vit ikki fáa fólk at arbeiða á fiskavirkjunum? Er hetta eitt marknaðarbrek? Ella eru vit ikki so smart, sum tey eru í londunum kring okkum? Ella er tað kanska so, at hetta er rætti prísurin, sum svarar til ta eftirspurn og tað framboð, sum eru frammi á marknaðinum? At marknaðurin virkar, sum hann skal?
30 miljónir arbeiðstímar
Í Føroyum verða umleið 30 miljónir arbeiðstímar bodnir til fals um árið. Kanska eru teir fleiri ella kanska eru teir færri - akkurát rætta talið hevur ikki so stóran týdning í hesum sambandi. (Vit fara í hesum sambandi eisini at lata sum um, at tímatalið ikki vexur. Hetta er realistiskt at hugsa sær, av tí at frá 1.januar til 31.desembur í einum ári vexur talið av arbeiðs-tímum ikki dramatiskt).
Hvussu ber tað til, at hetta avmarkaða tímatal verður skift akkurát so sum tað verður millum vinnurnar? Tað er ikki heilt tilvildarligt, soleiðis at skilja at eg vakni á morgni 1. januar eitt árið og sigi: "Í ár farið eg at arbeiða sum skúlalærari". Ella tannlækni. Ella fiskimaður. Ella á skipasmiðjuni.
Í tann mun, sum vit ikki eru bundin av einari longri varandi útbúgving, bústað ella øðrum serligum eyðkennum, er tað lønarkappingin og kappingin við lokkandi arbeiðsumstøðum, sum er avgerandi fyri, hvørjum eg selji mínar arbeiðstímar.
Lat okkum eisini gera myndina einfalda á tann hátt, at tað bara er lønin, sum er avgerandi fyri, hvar arbeiðstímarnir enda. Á tann hátt hava vit 30 miljónir arbeiðstímar, sum fara til ta framleiðslu, sum bjóðar besta gjaldið fyri tíman. Altso ein heilt vanligur marknaður, sum endar í einum úrslitið, har prísur og nøgd geva eitt passandi úrslit.
Nú eru tvey evni at taka upp. Annað er, hví lønin verður boðin so høgt upp í Føroyum, at flakavirkini ikki orka at fylgja við. Hitt er, hví munur er á flakalønunum í Føroyum og Íslandi.
Lat okkum byrja við lønini her heima og spyrja sum Meinhard - hví fær flakavinnan ikki fólk fyri ein minni penga? Tað má vera tí at onkur annar hevur boðið meira fyri tann partin av tímunum, sum flakavinnan fegin vildi havt. Tí mátti Fiskavirking bjóða upp um.
Og teir hava boðið upp á so nógvar arbeiðstímar, sum teir orkaðu. Restina av fiskinum - sum teir ikki fingu fólk til at skera - seldu teir ísaðan til keyparar í øðrum londum, har flakavinnan fær arbeiðstímarnar og aðrar framleiðslukostnaðir bíligari.
Bernaise sós ella heimahjálp?
Fólkini, sum eiga hesar 30 miljónirnar av arbeiðstímum eru í einari løgnari støðu. Vit eiga tímarnar við ársbyrjan og skulu bjóða teir fram á marknaðinum til sølu fyri hægsta boð.
Men um somu tíð eru vit eisini keyparar. Vit keypa nemliga tær vørur og tænastur, sum tímarnir verða brúktir til. Tað eru vit, sum á vøru- og tænastu marknaðinum bjóða upp á vørur og tænastur sum frikadellur, húsasmíð, teldur, øl, barnagarðspláss, undirsjóartunnil, bilaumvæling, frakkar og alt hetta, sum tímarnir verða brúktir til at framleiða - antin beinleiðis ella umvegis.
Men sum vørukeyparar og tímaseljarar eru vit ikki før fyri at rokna roknistykki út 1. januar. Vit rokna hvørt stykki fyri seg. Eg selji arbeiðstíman, har eg fái mest fyri hann, og eg keypi síðani vørur og tænastur, har eg fái tær bíligast og allíkavæl fái sum frægast burturúr. Men eg havi ikki hóming av, hvørja ávirkan tað hevur á mítt vørukeyp, at eg selji arbeiðstíman dýrt. Eg havi heldur ikki ánilsi av, hvørja ávirkan mítt vørukeyp hevur á tímalønina.
Úrslitið av hesum - at síggja til - óútrokniliga og kaotiska marknaðinum, er ein galdandi tímaløn, galdandi prísir og ein rúgva av seldum vørum og tænastum.
Lat okkum taka eitt einstakt og heldur avbjóðandi dømi við trimum vørum og tænastum..
Tá eg sum einstakur keypari bæði vil hava fleiri matvørur og fleiri heimahjálparatímar til mammu mína og betri bussamband við Eysturoynna, so hevur hetta bara eina pinkulítla ávirkan á marknaðin og tessvegna á lønina í ymsum størvum. Men eru tað nógv fleiri enn hesin eini keyparin, sum vil hava meira av hesum trimum, so merkist tað soleiðis á kappingini um arbeiðstímar, at lønirnar verða bodnar upp móti hvørjum øðrum.
Hvussu sambandið er millum heimahjálparatænastur og busskoyringina og so hesar 30 miljónir tímarnar, er rættuliga einfalt at rokna út. Alt eftir hvussu stór eftirspurn er eftir antin heimahjálparum ella bussførarum, fara fólk at koyra buss ella ansa eftir gomlum mammum. Hesi eru bæði tænastur, sum verða framleiddar á klettunum og brúktar á sama stað.
Men hvat so við matvørunum? Tær verða í allar-mestan mun framleiddar í øðrum londum, so matvørur brúka vit ikki arbeiðstímar upp á at framleiða, well?
Nei, men vit bera okkum nógv snildari at. Vit framleiða fisk - sum tað fyri okkum liggur betri fyri at gera enn at framleiða Bernaise sós, fruktblikk, Cadbury sjokolátu og aðrar matvørur. Fiskin selja vit og fáa tessvegna keypsrættindi uttanlands til alskyns matvørur og aðrar vørur, sum heimurin hevur at bjóða.
Tað vil siga, at teir tímarnir sum verða brúktir upp á útflutningsframleiðslu í veruleikanum umboða tann áhuga, vit hava í at keypa útlendskar vørur og tænastur.
Vilja vit hava Bernaise sós, fruktblikk, Cadbury sjokolátu og aðrar útlendskar vørur, so fæst hetta bara í tann mun, vit brúka burtur av teimum 30 miljónunum av arbeiðstímum upp á útflutningsfram-leiðslu, soleiðis at vit fáa skift um við umheimin fisk fyri sós, frukt, sjokolátu, bilar og so framvegis.
Tá flakavirkini bjóða upp á arbeiðstímar, fáa tey bara boðið so høgt, sum vit keyparar meta Bernaise sós í mun til busskoyring og heimahjálparatænastur.
Ella sagt á ein eitt sindur akademiskan máta: tað er tann relativi prísurin, mettur í arbeiðstímum, millum heimamarknaðartænastur og altjóða marknaðarvørur, sum er avgerandi fyri, hvat verður framleitt í landinum.
Tá Meinhard heldur at hann ikki fær nóg mikið av teimum 30 miljónum arbeiðstímunum, so er tað tí at vit keyparar heldur vilja hava eitt sindur av busskoyring og heimahjálp aftrat heldur enn ein posa av Bernaise sós aftrat.
Sannleikin er jú tann, at alt her í verðini vit ynskja okkum skal framleiðast av okkum sjálvum burtur av hesum 30 miljónunum av arbeiðstímum. Antin beinleiðis sum heimahjálpararbeiði ella busskoyring. Ella umvegis sum flakavirkisarbeiði fyri at fáa Bernaise sós til keyps.
Kappingarførið - hvat er tað?
At enda bað Meinhard um at fiskavirkini skulu sleppa at virka undir jøvnum kappingartreytum við virkini í øðrum londum.
Hetta ljóðar ikki meira enn rímuligt. Men støðan er nú einaferð tann, at í øllum londum fellir hendan árliga kappingin um eitt avmarkað tímatal upp á pláss upp á so ymiskar mátar. Og kappingartreytirnar á heimsmarknaðinum verða avgjørdar av úrslitinum.
Tey kor, sum føroysk flakavirki hava at kappast undir eru tí ikki tey somu, sum flakavirkini hava í Íslandi, Skottlandi, í Baltalondunum ella í Kina.
Kappingarførið er nettupp ikki annað enn hetta, sum vit longu hava viðgjørt: tann prísurin, sum útflutningsvinnan má gjalda fyri arbeiðstíman í mun til tímalønina í heimamarknaðarvinnum. Og teir prísirnir verða avgjørdir av okkara egnu eftirspurn eftir heimamarknaðartænastum og útlendskum vørum. Mínari og tínari eftirspurn.
Tað hevði tí verið ein løgin tilvild, um føroysk flakavirki fingu akkurát somu treytir at arbeiða undir sum flakavirkini í Íslandi.
Ríkisveiting og flak eru tað sama
Nú kundi søgan verið liðug - um alt var, sum tað átti at vera. Men alt er ikki sum tað eigur at vera í Føroyum. Og tí er neyðugt at siga nakað um hin seinna spurningin - um hví flakavirkistímarnir eru dýrari her heima enn í Íslandi og Skottlandi.
Vit hava nakað, sum onnur lond ikki hava. Einar 630 miljónir krónur í ríkisveiting.
Hvat hendir, tá Landsstýrið fær 630 miljónir. Smekkar tær á borðið og sigur seg vilja brúka teir?
Lat okkum hugsa okkum, at øll av nýggjum bjóða sum frægast upp á teir 30 miljónir arbeiðstímarnar. Anfinn Kallsberg dregur nú 630 miljónir krónur upp úr lummanum og bjóðar upp á tímar til heimahjálp, busskoyring, undirsjóartunnil, fyrisiting, skúlaundirvísing, ginusøgur, MRCC støð og so framvegis.
Tað er tá greitt, at 630 miljónir úr Danmark hava ta ávirkan, at tímarnir verða dýrari enn annars, og at teir verða býttir annaðleiðis enn frammanundan. Men tað eru framvegis bara 30 miljónir tímar til. Tað einasta 630 miljónir danskar krónur kunnu fremja er at bjóða tímaprísin upp og skifta tímarnar frá Meinhardi til Anfinn. Fekk Anfinn eina miljard aftrat, so broyttist relativi prísurin bara upp aftur meira og Anfinn fekk uppaftur fleiri av teim 30 miljónum tímunum at ráða yvir til tær tænasturnar, sum vit vilja hava frá honum.
Tað er tí heilt greitt, at støðan hjá Meinhardi versnar munandi. Tí hvat hevur Meinhard at bjóða við aftur ímóti Anfinni? Onki annað enn okkara egna keypshug eftir Bernaise sós og Mitsubishi bilum. Men henda keypshug hjálpur ríkisveitingin okkum at nøkta. Ríkisveitingin, sum ikki er annað enn keypsrættindi uttanlands, ger, at okkum nýtist at framleiða fyri 630 miljónir minni í fiski, fyri at fáa handilin við umheimin at ganga upp. Vit kunnu spara hesar kreftirnar upp á flakaframleiðslu og heldur geva Anfinni tímarnar, so at vit fáa meira av heimahjálp, fróðskaparsetri, fyrisiting og busskoyring.
Alt veldst um umstøðurnar
Upp á ein heldur einfaldan máta er hetta endin á søguni.
Prísirnir á marknaðinum - tað verið seg tímalønin í ymsum vinnum, renta ella vøruprísir og tænastuprísir - verða alt eftir sum framboð og eftirspurn eru til. Tá talan er um tær 30 miljónirnar av arbeiðstímum, er tað framboðið av teimum og eftirspurnin eftir teimum, sum er avgerandi. Hetta og so framleiðslutøknin í breiðastu merking, er tað, sum í botn og grund avgerð hvussu árið hylnast.
Vit standa nú aftur við eina ársbyrjan. Verða tímarnir ov dýrir hjá flakavinnuni og alivinnuni at keypa, so er tað ikki tí nakað avgerandi brek er í marknaðarskipanini. So er tað tí, at tað eftir umstøðunum eigur at vera so.
Umstøðurnar kunnu vit ikki broyta munandi í hesum eina árinum. Hvussu tað fer at eydnast okkum at broyta umstøðurnar, fáa vit at síggja komandi árini.