Útgávukonsertir við Jens Marna

Jens Marni Hansen kemur nú út við nýggjari fløgu, nevnd »Anywhere you wanna go«, og í tí sambandi hevur tvær útgávukonsertir. Tann fyrra verður í Norðurlandahúsinum týsdagin 26. mars klokkan 19:30 og tann seinna í Løkshøll í Runavík mikudagin27. mars klokkan 20.

 

Fyrra fløgan hjá Jens Marna Hansen, »The right way< kom í 2008. Henda fløgan er øðrvísi enn. Sangirnir eru framvegis popsangir, men ljóðið er meira livandi og sagt verður, at tú hoyrir meira til tónleikararnar á hesari útgávuni enn á tí fyrru.

 

Talan er um pop blandað við nýggjari country- og fólkatónleiki.

 

Tónleikarar á konsertini og á fløguni eru :

Trummur: Jesper Thomsen (X-Faktor),

Bass: Morten Jay Jakobsen (Big Fat Snake)

Keyboards : Finnur Hansen,

Auk guitar: Ragnar Finsson

Steel og elguitar: Jákup Zachariassen.

Anna Maria Olsen – kór og perc.