Útgávutónar frá Fróða á Káta horninum

Í samband við fløguútgávuna hjá Fróða Hansen verður almenn móttøka í Tutlhandilinum á Káta Horninum í dag klokkan 16, har høvi verður at hitta Fróða og hoyra hann framføra nøkur løg úr fløguni Tað er í dag, at Fróði Hansen letur út debut fløguna »Creeping Storm«, Fróði Hansen, ið er kendur sum syngjandi trummarin í Moby The Pink Pilot, hevur gjørt øll løgini á fløguni, uttan lagið »Who You Are«, ið er kenda lagið »Talað Við Gluggan«, hjá Bubba Morthens. Fróði hevur sjálvur skrivað tekst til øll løgini

 

Fløgan er tikin upp í studio Sólarmagn við Una R. Debes sum ljóðteknikkara. Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastrað. Bárður Dal Christiansen, kendur úr Scrub Art, hevur gjørt húsan.

 

Við Fløguni verður eisini ein DVD. Eitt sokallað »The Making/Recording of«....+ ymiskt annað.

 

Tónleikarar á fløguni eru:

Fróði Hansen: Sang, trummur, akkustiskan gittara og munnharpu.

Johannes Buhl Andresen:rhodes og synth?s

Bartal Augustinussen:el gittar

Anders Hellborn:bass

 

Gestatónleikarar eru:

Hans Carl Hansen:3 gittar soloir

Uni R Debes:Slide gittar

Runi W. Højgaard:percussion

Jonas Knopp:El gittar

 

fróðasa myspace:http://www.myspace.com/frodohansen