Í summar boðaði Televarpið frá, at tey í næstum skuldu fara undir at útbyggja sendinetið, og nú er felagið komið eitt stig longur í hesum.
Størsti parturin av útgerðin til útbyggingina er nú komin til landið, og í komandi mánaði byrjar so sjálvt arbeiðið við uppsetingini.
Í fyrsta lagi verða tað fólk í Hósvík, sum koma at síggja Televarpið, tá nýggja útbyggingin er liðug, og síðani er ætlanin at víðka um hesa útgerð, soleiðis at hon eisini røkkur norður í Sundalagið.
Eftir hetta verða Vestmanna og Vágoyggin næstu økini, sum kunnu taka móti signalinum frá Televarpinum.
Hetta er triðja útbyggingarstigið hjá Televarpinum, og tá hetta er liðugt, hava á leið 80% av føroyingum møguleika at síggja Televarpið.
Og sum tað áður hevur verið nevnt, so er eisini útlendskur áhugi fyri senditøknini hjá Televarpinum. Talan er um sera framkomna tøkni, sum fleiri av grannalondum okkara eisini eru í ferð við at seta upp, so tað kann staðfestast, at Føroyar á hesum økinum hava verið undangonguland.