Útgerðin má vera í lagi

Hóast ein ikki ynskir at gera brúk av tí, so er altíð gott at hava eitt vælvirkandi sløkkilið nærhendis.

Eitt slíkt hava vestmenningar. Útgerðin er í lagi og nú húsast teir eisini í nýggjari og snotuligari høll.


Tá sløkkiliðið í Vestmanna fyri nøkrum árum síðani skuldi hava nýggjan sløkkiliðsbil var greitt, at hesin mátti lúka serstøk krøv.
Í bygdini er bæði bratt og nógvastaðni eisini smalt. Hesin bilur skuldi eisini hava møguleika at hava væl av vatni við sær. Og í hálku kravdi tað eisini sín bil at koma niðan í bygdina um onkur uppgávu skuldi loysast har.
Hvussu í víðu verð kundi ein finna eina bilverksmiðju, ið kundi byggja ein slíkan bil til ein so serstakan tørv? Hann skuldi haraftrat hava góða megi, vera ferhjólsrikin og samstundis ikki vera ov stórur.
Vestmanna Sløkkilið setti sær fyri at kanna hetta í útlondum, og komu at enda fram til ein íslending, ið vildi átaka sær at gera teimum ein slíkan sløkkiliðsbil.
- Hesin bilurin varð bygdur upp frá grundini av. Og tá vit fingu bilin í 1999 kundu vit bara staðfesta, at hann var ideelur til okkara brúk her í bygdini, sigur Fríðálvur Bláhamar, sum áður var varaleiðari í sløkkiliðinum.
Líkt var til at onnur sløkkilið kring landið vóru í somu støðu sum vestmenningar. Síðani tá hevur t.d. sløkkiliðið í grannabygdini Kvívík fingið líknandi bil.
 
Rætti bilurin
Kanningarnar hjá Vestmanna Sløkkiliði vístu teimum leiðina til Sigurjón Magnusson, sum er búsitandi í íslendska býnum Ólafsfirði.
Hann er ein eldsál fyri at menna býin, hann býr í, og vil gera alt fyri at skapa arbeiði til fólkið. Haraftrat kemur at Vestmanna er av somu stødd sum Ólafsfjørður.
Teir løgdu fram fyri hann øll krøvini og ynskini til henda framtíðar sløkkiliðsbilin. Og tá ætlanin seinni varð løgd fram fyri bygdarráðið í Vestmanna var semja um, at hetta var rætti bilurin til teirra tørv.
Fríðálvur Bláhamar sá skjótt, at tað var ein marknaður fyri øðrum bilum av líknandi slagi í Føroyum. Og soleiðis bar á, at hann so líðandi gjørdist umboðsmaður teirra.
Tað er tó ikki bert sløkkiliðsbilar, sum Fríðálvur umboðar. Fyrrárið fekk m.a. bjargingarfelagið á Eiði ein sjúkrabil made in Ólafsfjørður.
 
Eftir 10 minuttum
Eitt er at hava góðar sløkkiliðsbilar, men neyðugt er somuleiðis at hava eitt stað at hava útgerðina standandi í. Neyðugt er somuleiðis at hava regluligar venjingar fyri at halda vitanina og royndirnar hjá sløkkiliðsmonnunum viðlíka.
Í fyrra førinum hevur sløkkiliðið í dag fingið sera góðar umstøður í nýggja bygninginum, sum gjørdur er niðri á havnarlagnum.
Parturin hjá sløkkiliðsmonnunum í hesi ætlanini hevur ikki ligið eftir, og í dag kunnu fólk fegnast um eina sera snøgga og vælútgjørda sløkkiliðshøll.
Skipað verður eisini fyri regluligum venjingum fyri sløkkiliðsmenninar eina ferð um mánaðin. Hetta verður gjørt fyri at halda teir dagførdar til uppgávur sínar.
Av og á kemur fyri, at teir verða kallaðir út til eina veruliga uppgávu. Fleiri rættiliga stórir og umfatandi eldar hava verið í Vestmanna gjøgnum tíðirnar. Seinast teir vóru boðsendir var tíbetur ikki um nakra stóra uppgávu. Hetta hendi herfyri, tá eldur kom í ein bil árla á morgni.
- Vit fingu boðini kl. 6 henda sunnumorgunin. Hjá okkum gekk skjótt fyri seg: 10 min. eftir fráboðanina vóru vit á staðnum og bastu eldinum, staðfestir Fríðálvur Bláhamar.
Við góðu útgerðini eru teir 100 % til reiðar næstu ferð boð verða eftir teimum!