The Dreams blástu Horsens um koll

The Dreams høvdu eina ógvusliga og livandi framførslu á Grand Prix pallinum í Horsens. The Dreams komu væl frá síni framførslu í finaluni í danska Grand Prixnum í kvøld. Teirra framførsla varð heilt greitt tann mest livandi av teimum øllum. Tað minti meira um eina konsert við øllum sínum sjarmum enn eini poleraðari sjónvarpsframførslu. Hans Edward var so íðin í at fáa fólk á føtur í salinum í Horsens, at hann næstan gloymdi at syngja eitt niðurlag.

 

Føroyingar kunnu eisini verða við í atkvøðugreiðsluni í Grand Prixnum. Sms-boðini skulu sendast til 1212 (einki annað frammanfyri). Um tit vilja stuðla The Dreams skulu tit skriva Sang 09 í boðini.