Nú er tað so, at frávera í miðnámsskúlunum verður tald upp í prosentum, og missir tú meira enn okkurt um 15 prosent tilsamans, ert tú í vanda fyri at verða koyrdur úr skúlanum. Hesir reglar eru eisini galdandi fyri Filip og Urbanus, ið manna bólkin The Ghost. Bólkurin hevur havt nógvan vind í seglunum seinasta árið og fær javnan tilboð um at spæla uttanlands. Hetta kann koma illa fyri, tá ein gongur í skúla og hevur »mist ekstremt nógv«, sum Urbanus orðar tað.
Lata seg ikki steðga
– Eg havi forsømt nógv í skúlanum sum er. Sumt er frá, tá eg havi spælt uttanlands við The Ghost. Men sumt er eisini sovorðið, sum eg sjávur havi forsømt. Tá eg havi skikkað mær illa og skulkað, sigur Urbanus skemtandi.
– Tað er sjálvandi ræðuliga keðiligt at ikki kunna vera til staðar sjálvur, men vit kunnu ikki steðga bara av tí. Vit royna altíð at spæla har, sum vit kunnu. Mann má bara ofra eitt sindur, tá tað er neyðugt.
Torir ikki líka væl
Hanus Mikael hevur verið stand-in fyri Urbanus á Rust í Keypmannahavn, á Nordklang Festival í Sveits og í fjør á Fona Festival í Noregi.
– Eg havi spælt nógv saman við Filip í fleiri ár nú í bólkinum The Story Ends, so tað kennist bara náttúrligt at vera á pallinum saman við honum í hesum samanhanginum eisini, sigur Hanus Mikael.
– Eg tori tó ikki at taka líka nógva uppmerksamheit á pallinum, sum eg geri við The Story Ends, tí eg eigi einki í konseptinum. Tað eru programmeringar og løg hjá Filipi og Urbanusi, sum eg bara hjálpi við at framføra, so eg haldi meg eitt sindur aftur í mun til vanligt.
Egið kreativt input
- Tað er ræðuliga stuttligt at vera við. Stuttligt at uppliva The Ghost konseptið frá pallinum av og ikki frá dansigólvinum. Fólk taka ógvuliga væl ímóti tónleikinum, og persónliga læri eg nógv av at vera við. The Story Ends hava jú ongantíð framført uttan fyri Føroyar, so hetta er nakað heilt annað enn tað, eg havi roynt áður.
– Á Nordklang var móttøkan so góð, at vit vórðu klappaðir upp aftur. Vit vistu ikki, hvat vit skuldu gera, tí vit høvdu spælt alt tilfarið. Ein danskur dance/elektro bólkur, ið eitur AsInRebekkaMaria, (Mannaður av Rebekku Mariu og Johannes, ið eisini eru í Lampshade, blaðkv.) hevði spælt beint áðrenn okkum, og vit fóru so bara upp á pallin at jamma saman við teimum. Tað var mega skeg. Tá slapp eg eisini at improvisera eitt sindur og geva mítt egna kreativa input til framførsluna, sigur Hanus væl nøgdur.
Ikki nøkur varandi loysn
Tá frontmaðurin Filip verður spurdur, hvussu tað er at skifta manning soleiðis innímillum, svarar hann:
- Tað krevur eitt sindur, er meira roksut. Vit mugu venja dupult osfr, men tað er gott fólk, ið eg arbeiði saman við, so tað gongur sum regul væl. Hetta er tó ikki nøkur góð loysn í longdini, men er bara nakað, ið vit hava valt at gera nú, ímeðan vit ganga í skúla. Tað er sjálvandi keðiligt fyri Urbanus, men Hanus klárar tað væl, og tað riggar, sum er tað týdningarmesta fyri bólkin.