"The Islands and the Whales" á Rás2 klokkan 14

Skotski filmsdokumentaristurin, Mike Day vitjar Rás2 til eitt beinleiðis prát um nógv rósta dokumentarfilmin um grindadráp

Skotin, Mike Day, lendi við flogfarinum hjá Atlantsflogi úr Edinburg í gjárakvøldið. Við sær hevur skotin filmin "The Islands and the Whales", sum operatørurin í Havnar Bio nú ger kláran at vísa í kvøld, og aftur mikudagin, bæði kvøldini klokkan 19.30. Tað sigur Filmsfelagið í tíðindaskrivi.

 

Lagt verður aftrat, at Mike Day júst hevur víst filmin í Kýpros, har filmsstevnan - Lemesos International Documentary Festival - hevur verið. - Hetta er fyrstu ferð, at nógv umrøddi grindafilmurin hjá skotanum verður sýndur í Føroyum. Fyrsta sýning var í Kanada. Síðan hevur filmurin verið sýndur í USA og Skotlandi. Tað er Filmsfelagið, ið skipar fyri sýningunum í Havnar Bio, og sýningarnar eru almennar. Eftir sýningina verður høvi at seta leikstjóranum spurningar um filmin.

 

Klokkan 14 verður Mike Day gestur í beinleiðis sending á Rás2 til eitt prát um filmin "The Islands and the Whales". Samrøðan verður løgd út á in.fo tá sendingin er liðug.