»The Pharoes« vunnu afrikanska meistaraheitið

Egyptaland var betra liðið í finaluni. Vertslandið Ghana vann bronsu eftir ein málríkan sigur yvir Fìlabeinsstrondini

»The Pharoes« klára seg betri enn »The FaroesJ, tað kunnu vit turt konstatera. Egyptaland hevur nú vunnið afrikanska meistaraskapið fyri sættu ferð og eru nú meistarar aðru ferð á rað. Egyptaland hevur einaferð áður vunnið afrikanska meistaraskapið tvær ferðir á rað. Teir vunnu fyrstu kappingina, sum var hildin í 1957 og tí næstu, sum var hildin í 1959. Men sigast skal, at ikki so mong lond luttóku tá. Mohamed Zidan, sum FC Midtjylland heldur seg eiga ein stóran part av, gjørdist stóra hetjan hjá Egyptalandi í finaluni ímóti Kamerun. Í 77 minutti eydnaðist tað Zidan at trýsta Rigobert Song hjá Kamerun at fyrst gera eitt mistak, síðani at krøkja bóltin av honum og servera bóltin elegant fyri Mohamed Aboutrika, sum hamraði bóltin í kamerunska málið til 1-0, sum gjørdist sigursmálið.


Flestu møguleikarnar

Egyptaland hevði væl meiri av málmøguleikum enn Kamerun. Hosni Abd Rabou var ógvuliga nær við at stúta bóltin í netið í 61. minutti. Ímóti dystarenda var Rigobert Song kortini nær við at gera gott fyri verjumistakið hjá sær, tá hann stútaði bóltin upp um egyptiska málið. Men annars var tað ikki ofta, at Kamerun, sum nevna seg »Ótamdu Leyvurnar«, bitu frá sær. Leyvurnar vóru rættiliga tamar fyri at siga tað milt.

Longu í 13. minutti mundi Aboutrika lagt Egyptaland fram um. Kamerun svaraði aftur við einum vandamiklum frísparki. Men samanlagt í bæði fyrra og seinna hálvleiki hevði Egyptaland væl fleiri málmøguleikar. Talan er um ein stóran sigur fyri venjaran hjá Egyptalandi, Hassan Shehata, sum bara er annar venjarin í søguni, sum hevur vunnið African Cup of Nations tvær ferðir á rað. Tann fyrri venjarin, sum megnaði hetta, var C.K. Gyamfi hjá Ghana, sum førdi Ghana til sigurs í 1963, og í 1965.


Uggi hjá Ghana

Vertslandið Ghana, sum hevur gjørt tað væl í kappingini, fekk ein ugga í bronsudystinum ímóti Fílabeinsstrondini. Serliga annar hálvleikur var framúrskarandi hjá »Teimum Svørtu Stjørnunum«, sum liðið hjá Ghana verður nevnt. Ghana byrjaði annars væl. Longu í 5. minutti legði Sulley Muntari Ghana á odda við einum frálíkum frísparki. Men longu í 10. minutti javnaðu »Fílarnir?, sum er sjálvsagda navnið hjá Fílabeinsstrondini. Abdul Kader Keita spældi Werder Bremen-leikaran, Boubacar Sanogo leysan, og hann sveik ikki álitið. Sami Sanogo legði ivorianar á odda 2-1, aftaná at hann og liðfelagarnir høvdu spælt ghanesisku verjuna sundur og saman. Hetta hendi í 32. minutti, men vertirnir tóku seg saman í seinna hálvleiki. Í 70 minutti javnaði Quincy Owusu Abeyie aftaná ein vakran solotúr gjøgnum leikhálvina hjá Fìlabeinsstrondini. Stutt eftir hetta legði Manuel Agogo Ghana á odda 3-2. Og átta minnutir áðrenn leiklok staðfesti Haminu Dramini sigurin við einum langskoti, sum snýtti málverjan hjá Fílabeinsstrondini, Kone. Dysturin um bronsukrónurnar var við til at staðfesta tað mest málríka afrikanska meistaraskapið nakrantíð. Heili 99 mál vóru skotin í teimum 32 dystunum í African Cup of Nations. Hetta gevur heili 3,1 mál í meðal, sum er sjáldsama nógv. Næst á skránni hjá afrikanarum verður at standa saman ímóti FIFA og teimum evropeisku fótbóltsfelags-eigarunum, hetta fyri at steðga ætlaninum hjá teimum at leggja afrikanska meistaraskapið um summarið. Tað kann gerast ein langur og drúgvur dystur, sum vit vóna afrikanar vinna!