The Reverends í Føroyahúsinum

Leygarkvøldið verða forkunnugir tónar at hoyra í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, tá The Reverends fara á pallin har.

 

The Reverends spæla eitt bland av country og rock tónleiki, sum má sigast at vera munandi øðrvísi enn tað, forsangarin í bólkinum, Niclas Thorsteinsson, framførdi saman við manningini í Mold í síni tíð.

 

Í ummæli av dansi við The Reverends í Føroyahúsinum fyri gott seks árum síðani, tá The Reverends var ein hampiliga nýggjur bólkur, skrivaði Niels Uni Dam millum annað soleiðis:

»Við løgum hjá Johnny Cash, Garth Brooks, Kenny Rogers, Shania Twain og øllum hinum stóru kontrinøvnunum, hildu The Reverends ung sum gomul á dansigólvinum, alt varð kryddað við fitt av gomlum Blugræss. Okkurt heimagjørt lag var eisini á skránni og hesi vístu, at føroyingar veruliga hava fingið enn ein frálíkan kontribólk«.

 

Niðurstøðan í ummælinum var eisini rímiliga greið: »The Reverends eru føroyskt kontri í heimsflokki«.

 

- Nú eru nøkur ár síðan bólkurin seinast spældi í húsinum, og vit gleða okkum aftur at hoyra henda frálíka bólk, siga fyrireikararnir av tiltakinum leygarkvøldið 2. mars.

 

Dyrnar í Føroyahúsinum lata upp klokkan 22.

 

Les annars ummælið av The Reverends í Føroyahúsinum í síni fullu longd her: nudlar.net