The Substance - Femifagnaður í Filmsfelagnum

Fyri fyrstu ferð í lívinum vann Demi Moore eina virðisløn, Golden Globe, fyri ein leiklut, og filmurin hevur higartil fingið 119 viðislønir og er í uppskoti at fáa fimm Oscarvirðislønir.

Upp undir altjóða kvinnudagin fara vit aftur í ár at vísa ein film við feministiskum vinkli saman við Femifagnaðinum. Í ár er valið fallið á The Substance, sum Solveig Hanusardóttir Olsen fer at innleiða mikudagin.

 

Fyrrverandi og aldrandi Hollywoodstjørnan Elisabeth Sparkle (Demi Moore) fær ongar leiklutir. Tí letur hon seg lættliga tøla, tá hon á svarta marknaðinum fær í boði at royna eina undursama kropsviðgerð, The Substance, hvussu vandamikil viðgerðin so er.

 

Burturúr filmisku viðgerðini av 62 ára gomlu Demi Moore fáa vit við The Substance 30 ára gomlu Margaret Qualley.

 

Fyri fyrstu ferð í lívinum vann Demi Moore eina virðisløn, Golden Globe, fyri ein leiklut, og filmurin hevur higartil fingið 119 viðislønir og er í uppskoti at fáa fimm Oscarvirðislønir.

 

Ummælarar eru samdir um, at hóast hann dvølir við body-horror viðurskifti, er hann framúrskarandi at seta feminismu á breddan.

 

Ummælarin hjá The Telegraph sigur: “It’s the casting of Moore, though, and her willingness to denude herself at 62 - emotionally, as well as physically - that gives The Substance a startling connection with its themes. Not for 30 years has she owned a film with anything like this certitude. Watching her confront the Demi Moore in the mirror, and do it so mercilessly, is extraordinary.”

 

ein ræðusøga um, hvussu kensleyst miðlarnir framman fyri eygum okkara dyrka ungar kvinnur og samstundis skúgva búnar kvinnur burtur, sum vóru tær burturkast.

 

Filmurin varð frumsýndur í Cannes, har leikstjórin, Coralie Fargeat (f.1976), sum sjálv hevur skrivað søguna, fekk virðisløn fyri besta handrit og lógvabrestir í ellivu minuttir.

 

Filmsfelagið 5/3 kl 20:00 The Substance (Coralie Fargeat Bretland Frakland USA 2024 141 min).

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##