Í tíggju ár hevur Niclas Heri Jákupsson skrivað jólasøgur, sum hann á hvørjum ári eisini hevur lisið í Kringvarpinum til jóla.
Nú hevur Niclas Heri Jákupsson savnað allar hesar søgurnar saman í eini bók, og um hálvan november koma hugnaligu og jólaligu søgurnar út á marknaðin sum bók. Bókin hevur fingið heitið »Okkara Jólabók«. Tað er felagið FEGIN, sum gevur bókina út.
Tað er kendi franski teknarin Thierry Capezzone, sum hevur prýtt bókina við hugnaligum myndum. Thierry Capezzone er millum annað kendur fyri hava at teknað teknirøðina um Rasmus Klump.
– Bókin, sum er 100 síður, er ætlað til familjuna. Hon er sera væl egnað hjá ommunum, abbunum og eisini foreldrunum at lesa fyri teimum yngstu, sigur Niclas Heri Jákupsson.