Thomas Joensen setir ovastevnu

Ovastevna verður sett nú klokkan 14, og tað verður formaðurin í Ovasavninum, Thomas Joensen, sum fer at seta stevnuna

 

Skráin fyri dagin í dag á ovastevnu er fjølbroytt við nógvum ymiskum tiltøkum og undirhaldi – fyri allar aldursbólkar. Úr skránni kunnu vit nevna morgunsangin, sum var í kirkjuni klokkan 10.30, og sum Anne Mette Greve Klemensen, prestur, skipaði fyri.

Fyrrapartin í dag hevur verið rennikapping Úti á Veg fyri bæði børnum og vaksnum, og fyrrapartin hevði Maud Wang Hansen, sum flestu hava hoyrt um, eitt tiltak um matmentan og grønmetisframleiðslu.

 

Í dag verða ikki færri enn fýra kirkjukonsertir í Nólsoy, har Eystanljóð undir leiðslu av Jón Eliasen legði fyri klokkan 13. Klokkan 15 verður tað Tarira, sum Bernhardur Wilkinson stjórnar, og klokkan 16 verður tað Havnarkórið, sum Leif Hansen stjórnar.

 

At enda fer Tórshavnar Manskór, sum Jón Festirstein stjórnar, at hava konsert í kirkjuni, og her verður lagt fyri klokkan 17.

 

Ovastevna verður sett klokkan 14 í dag, og tað verður formaðurin í Ovasavninum, Thomas Joensen, sum fer at seta stevnuna. Við høvið fer Havnar Hornorkestur eisini at spæla.

Úr Nólsoy frættist, at báturin Diana Victoria, sum Ove Joensen róði úr Føroyum til Danmarkar við í 1986, verður at síggja í savninum, sum nú stendur innilokað.

Vit hava eisini skilt, at her verða borð og stólar, og høvi verður at keypa sær kaffi og okkurt afturvið.

Eitt afturvendandi tiltak á ovastevnu, er svimjngin um Nólsoyarfjørð, men vegna vánaligu líkindini at svimja um fjørðin, verður eingin svimjing í dag.

Ein hópur av tiltøkum eru á skránni í Nólsoy í dag, sum lesast kann um í skránni fyri ovastevnu 2024.