Mikkjal Thomassen og John Petersen fáa sín elddóp sum venjaratoymi seinnapartin. B36 fær vitjan av EB/Streymi í kappingini um løgmanssteypið.
Mikkjal Thomassen var millum áskoðararnar, tá EB/Streymur vann sannførandi á HB í stórsteypadystinum síðsta vikuskiftið.
Eg sá sjálvandi dystin hjá teimum móti HB, og har vísti EB/Streymur mest sum ræðandi styrki. Hinvegin haldi eg eisini, at teir fingu sera lætt spæl, og tað eri eg sannførdur um, at teir ikki í eins stóran mun fáa móti okkum, sigur Mikkjal Thomassen við heimasíðuna hjá B36, b36.fo.
Jákup á Borg er ikki við í dag. Hann er skaddur.
Dysturin byrjar klokkan 15.00.