Thomson Spirit á Havnini

Í morgun kom enska ferðamannaskipið, Thomson Spirit á Havnina.

 Talan er um stóra enska ferðaskrivstovan, Thomson Cruise, sum eigur Thomson Spirit, ið er elsta skipið hjá felagnum, men framvegis eitt hugnaligt ferðamannaskip við øllum temum glæstriligu tilboðunum til ferðafólkið.

 

Thomson Spirit kom á Havnina klokkan átta í morgun, og fór avstað aftur nú klokkan 17.

 

Skipið er komið úr Lerwick í Hetlandi og er ávegis til Akureyri í Íslandi.

 

Umborð á hesari ferðini eru 1200 gestir, sum í dag hava  verið at sæð í Havnargøtum í góðveðrinum.