Tað hevur ikki eydnast at fáa kypriotiska farmaskipið út úr aftur grótkastinum í Fuglafirði, har tað bar við land og hevur ligið siðan fyrrapartin í dag Vilhelm Magnus Olsen, sum er sløkkiliðsmaður á Skálafjørðinum, sigur, at sleipibáturin Thor Goliat nú fer at verða á Fuglafirði hvørja løtu.
- Fyri løtu síðan vóru teir staddir á Gøtuvík og høvdu trý korter eftir á Fuglafjørð. So, vit vænta, at teir verða her hvørja løtu.
Sum skilst á Vilhelm Magnus, er tað Fuglafjarðar havn, sum fyribils hevur leiðsluna av at fáa farmaskipið leyst aftur, og tað er Fuglafjarðar Sløkkilið, sum hevur ábyrgdina av oljusperringum og øðrum, um brúk verður fyri hesum.
- Skálafjarðar Sløkkilið er til hjálpar í Fuglafirði, og vit hava oljusperringar klárar, um olja skuldi likið úr skipinum. Men enn er eingin olja komin, og líkt er ikki til, at hol er á skipssíðuni.
Vilhelm Magnus sigur, at kavarar hava verið niðri, og fyribils kanningar vísa, at stívliga hundrað metrar langa farmaskipið liggur ímóti grótinum, og líkt er ikki til, at skipið stendur fast.
- Tað hevur verið fjarðandi sjógvur nú í einar tveir tímar, og tí er neyðugt, at skipið fæst út úr grótkastinum, áðrenn fjøran gerst ov høg. Um ikki, verður helst neyðugt at bíða eftir næsta sjóvarfalli, sigur Vilhelm Magnus Olsen hjá Skálafjarðar Sløkkiliði.